Ari Hammer Joensen fingið gávugóðs 2024

Ungi tónleikarin fekk gávugóðs úr Grunni Thorvald Poulsens av Steinum

Setrið, Føroyamálsdeildin
9. februar 2024 kl. 10:36

- Á samkomu í kvøld í auluni á Námsvísindadeildini á Frælsinum fekk ungi tónleikarin, Ari Hammer Joensen, gávugóðs úr Grunni Thorvald Poulsens av Steinum

Í dag, 8. februar, er føðingardagur Thorvald Poulsens av Steinum, og á hesum degi á hvørjum ári fær eitt ungt listafólk peningagávu úr grunni hansara fyri at stimbra til listaliga útbúgving.

Hesaferð er valið til gávugóðsið ungur tónleikari, sum longu hevur víst síni framúrskarandi evni á ljóðførinum, sum hann hevur valt sær at spæla á.

Ungi maðurin er Ari Hammer Joensen, og hann fór sum 14 ára gamal at spæla upp á orgul. Hann hevði ikki stórvegis áhuga fyri tónleiki sum barn, men í fólkaskúlanum setti lærarin hann at spæla klaver í tónleikasamanspæli, og hetta vakti áhugan hjá dronginum, sum beinanvegin helt tað vera stuttligt at spæla klaver.

Tá hann fór at ganga til prest, fekk hann í boði at spæla upp á orglið í kirkjuni. Hann tók av og gjørdist púra bitin av hesum veldiga ljóðføri.

Hann hevur síðani tikið organistútbúgving hjá Gudmundi Mortensen og tónleikamiðnám. Í fjør heyst byrjaði Ari á musikkkonservatoriinum í Keypmannahavn.

Nevndin í grunninum, sum í løtuni er Bergur Djurhuus Hansen, dekanur á Føroyamálsdeildini, Marita Súsanna Dalsgaard, forfólk í LISA og Jacob Eli S. Olsen, forfólk í Føroya Lærarafelag, sigur m.a. soleiðis um valið í ár:

At eggja Ara til at fara undir listaliga útbúgving, sum gávugóðsið verður grundað á, er púra  óneyðugt, tí Ari veit longu, at hetta er tað, hann vil, og tað hevur hann vitað leingi. At lata honum gávugóðsið kann vónandi vísa honum, at her er undirtøka fyri hansara útbúgvingarleið og vilji til at stuðla upp undir hansara val. Umframt eyðsýndu tónleikaevnini hjá Ara, verður virðismett, at ljóðførið er orgul, tí tað er sera sjáldsamt, at ung fólk velja júst hetta ljóðførið. Organistar eru trotvøra í Føroyum, eins og nógva aðrastaðni við. Tó vóna vit, at Ari kemur heim aftur til Føroya at geva burtur av sínum lærdómi sum organistur og sum útinnandi listafólk.

Ari Hammer Joensen fær 40.000 krónur úr Grunni Thorvald Poulsens av Steinum.

Vit ynskja Ara hjartaliga til lukku við gávugóðsinum og blíðan byr á útbúgvingar- og lilstaleið síni.

Soleiðis skrivar Setrið á heimasíðu sínari.