Arne Slot er nýggjur Liverpool venjari

Felagið kunngjørdi í gjár, at hálendingurin tekur við starvinum 1. juni

Fríðmundur Nattestad
21. mai 2024 kl. 15:15

Tað hevur ligið í kortunum leingi, og í gjár almannakunngjørdi Liverpool, at tað verður hálendingurin, Arne Slot, sum yvirtekur starvið hjá Jürgen Klopp, sum venjari í felagnum.

Arne Slot hevur seinastu trý kappingarárini verið venjari hjá Feyenoord, í bestu deildini í Hollandi. Hann vann meistaraheitið við felagnum í fjør, og er tvær ferðir valdur til besta venjara í deildini.

Longdin á sáttmálanum ímillum Slot og Liverpool er ikki kunngjørd, men fleiri bretskir miðlar nevna, at talan er um ein trý ára sáttmála.

45-ára gamli Slot byrjar í starvinum 1. juni, treytað av at arbeiðsloyvið er komið uppá pláss.