Árni fyrstu ferð á røðarapallinum

Nýggi tingmaðurin hjá Framsókn tók orðið, tá ið uppskot til broytingar í Arbeiðsskaðatryggingarlógini varð viðgjørt

Mynd: Framsókn
Jóannes Hansen
7. september 2023 kl. 12:13

Tað er tingfundur í dag. Millum málini á skrá er uppskot um broyting í løgtingslóg um trygging ímóti avleiðingunum av arbeiðsskaða, sum verður nevnd Arbeiðsskaðatryggingarlógin.

Framsøgumaður hjá Framsókn var Árni M. Dam, sum býr við Norðskála. Hetta var fyrsta ferðin, at hann var á tingsins røðarapalli. Árni tók fyri stuttum sati á tingi fyri Honnu Jensen, sum er í farloyvi. Framsókn eigur tríggjar tingmenn.

Á valinum 8. desember 2022 vórðu vald Ruth Vang við 978 atkvøðum, Bjarni K. Petersen við 355 atkvøðum og Sólvit Nolsøe við 249 atkvøðum. Tá ið samgongan varð skipað, og Ruth Vang og Bjarni K. Petersen fóru í landsstýri, vórðu Karlot Hergeirsson við 155 atkvøðum og Hanna Jensen við 111 atkvøðum tingfólk. Árni M. Dam fekk 102 persónligar atkvøður. Fyrsta eykafólk hjá Framsókn er nú Súsanna Olsen í Havn, sum á valinum 8. desember í fjør fekk 99 persónligar atkvøður.