Arsenal akademiið gjørt sáttmála við fýra ára gamlan drong

Zayn Ali Salman er var bert fýra ára gamal, tá hann gjørdist partur av akademinum hjá Arsenal. Evnaríki ungi maðurin er ljósár framman fyri sínar javnaldrar.

Steinar Patursson
21. oktober 2021 kl. 11:40

Fimm ára gamli Zayn Ali Salman er yngsti leikari, ið nakrantíð hevur gjørt sáttmála við ungdómsakademiið hjá Arsenal.

Og ikki nokk við tí, Zayn var bert fýra, tá sáttmálin varð undirskrivaður.

Tað var Austin Schofield, venjari í First Touch Football Academy, ið fyrst varnaðist eginleikarnar hjá Zayn og setti seg í samband við talentleitarar hjá Arsenal.

- Vit koyrdu hann í aldursbólkin við fýra, fimm og seks ára gomlum. Men longu tá var hann høvd og herðar oman fyri øll hini. Hann var skjótari enn hini og meira sinnaður at fara eftir bóltinum. Mátin, sum hann spældi og sparkaði bóltin, var betri, sigur Andrew Schofield við BBC.

Zayn Ali Salman endaði tí við at spæla við størri børnum, tá Stephen Deans, talentleitari hjá Arsenal kom at hyggja.

Zayn Ali Salman hevur eisini fingið tilboð frá fleiri øðrum stórum feløgum, men eftir øllum at døma hevur hann valt Arsenal fram um.

Sí kynstrini hjá fimm ára gamla Zayn í instagram niðanfyri.