Articon er nú stórstuðul hjá HSF

Hondbóltssamband Føroya og Articon hava skrivað undir stuðulsavtalu

Jóannes Hansen
4. november 2023 kl. 15:34

Klokkan 17.30 fara hondbóltsmenninir aftur á vøllin í Laugardalshøllini í Reykjavík, har teir í gjárkvøldið taptu fyrra vinadystir ímóti Íslandi 39-24 eftir hálvleiksstøðuna 20-15.

Umframt á vøllinum so fyrireikar HSF seg eisini fíggjarliga at vera við í EM endaspælinum í Týsklandi í januar 2024.

Hondbóltssamband Føroya skrivar soleiðis í dag:

Articon er nýggjur stórstuðul hjá Hondbóltssambandi Føroya. Articon er harvið ein av sjónligu stuðlunum á nýggju landsliðsblusunum, sum júst eru settar til keyps.

Gunn Ellefsen, forkvinna í HSF, var herfyri á gólvinum hjá Articon á Hjalla, har nýggi sáttmálin varð undirskrivaður saman við Jón Sigurdssyni, stjóra, og Niclasi Joensen, fíggjarstjóra.

Til nýggja samstarvið viðmerkir Niclas Joensen, at hann hevur eygleitt eitt dygdargott arbeiði, ein sterkan vilja og stoltleika, at flyta føroyskan hondbólt fram seinastu árini.

-Hetta er nakað vit spegla okkum í, tá stórar verkætlanir skulu setast í verk. Skamt frá høvuðssæti okkara her á Hjalla stendur nýggja tjóðarhøllin í gerð. Arbeiðið gongur væl og vóna vit, at hetta verður ein varði í føroyskari hondbólts- og ítróttasøgu.