At selja sex leikur var natúrligt

Danska Mathilde Macowski byrjaði í 2008 fyritøkuna Sinful

Fríðmundur Nattestad
3. mai 2024 kl. 18:00

Mathilde Macowski er annar av stovnarunum av donsku fyritøkuni Sinful, sum selir sex leikur.

Íslendska Guðrún Hildur Ragnarsdóttir hevði sofaprát við Mathilde til tøkniráðstevnuna Tonik, sum var í Silo í Havn í dag.

Her greiddi Mathilde Macowski frá ferðini, sum byrjaði í 2008, tá fyritøkan varð sett á stovn.

Hon greiddi millum annað frá, at hóast sex leikur eru eitt tabu evni fyri mong, so var tað púra natúrligt fyri hana, at fara undir at selja sex leikur.

Sinful er í dag størsta fyritøka í Norðurevropa, sum selir sex leikur.