Atgongumerkini ganga sum heitt breyð

– Men tað verur bara hendan eina konsertin, siga fyrireikararnir

Í Lívdini eru framúr góðar umstøður og nú fer Føroya Symfoniorkestur at spæla har fyri fyrstu ferð - og tey hava ongan minni enn Eivør við sær at syngja
Áki Bertholden
3. mai 2024 kl. 12:12

Tað er rættiliga stórur áhugi fyri konsertunum hjá Føroya Symfoniorkestri og Eivør, sum verða í Lívdini í Hoyvík og í konserthøllini hjá danska Kringvarpinum í Keypmannahavn.

Tað sigur Hans Petur í Brekkunum, stjóri fyri symfoniorkestrið.

Konsertin í Lívdini verður hósdagin, 8. august og konsertin í Keypmannahavn verður tveir dagar seinni, leygardagin, 10. august.

Hann sigur, at næstan eingi atgongumerki eru eftir til konsertina í Lívdini, men enn er nakað av  atgongumerkjum eftir til konsertina í konserthøllini í Keypmannahavn, sigur Hans Petur í Brekkunum, 

Hetta er fyrstu ferð, at Føroya Symfoniorkestur spælir í ávikavist Lívdini og konserthúsinum hjá danska kringvarpinum. 

Í fjør fylti Føroya symfoniorkestur 40 ár og danmarkartúrurin er endabresturin á eini røð av fagnaðarkonsertum hjá symfoniorkestrinum í samband við føðingardagin.

Á konsertiunum verður av verkið «Tónar úr innastu tøgnini«, eftir Sunleif Rasmussen, spælt fyri fyrstu ferð. Annars fara tey at spæla føroyskir sálmar, og løg hjá Eivør, har Marjun Syderbø Kjelnes hevur skrivað tekstin. Tróndur Bogason hevur útsett tónleikin hjá Eivør fyri symfoniorkestur.

Eftir steðgin spælir symfoniorkestrið 5. symfoni hjá Tjajkovskij. Symfoniin, ið er í fýra satsum, varð fyrstu ferð framførd í Mariinskij sjónleikarhúsinum í Sankta Pætursborg í 1888. Verkið verður mett, sum eitt av størstu verkunum, sum Tjajkovskij skrivaði.

Stjórin fyri symfoniorkestrið ger eisini vart við, at  áhoyraraplássini í Lívdini eru ikki talmerkt, so áhoyrarar verða bidnir at møta í góðari tíð.
Og hann ger eisini vart við, at tað verður bara hendan eina konsertin í Lívdini, so tað nyttar ikki at dúva upp á at tað verður ein eykakonsert.