Atlantic heitir á ferðafólk um at einans hava handviðføri við

Flogfelagið er rakt av verkfallinum, og vónar at áheitanin kann minka um seinkingar

Mynd: Shutterstock
Fríðmundur Nattestad
15. mai 2024 kl. 15:30

Atlantic Airways er, eins og nógv onnur í samfelagnum, ávirkað av verkfallinum hjá arbeiðarafeløgunum. Flogfelagið heitir nú ferðafólk um at einans hava handviðføri við sær tá tey ferðast.

Áheitanin kemst av, at ov nógv innskrivað viðføri hava nógvar seinkingar við sær, tí starvsfólkahópurin er undirmannaður.

Alt kunningarskrivið hjá Atlantic Airways kann lesast her.