Atlantsflog og Icelandair hava nú skrivað undir eitt ætlanarskriv um, at feløgini bæði ætla at styrkja samstarvið sínámillum við at skriva undir eina Code-Share avtalu.
Í áðni skrivaðu vit, at Icelandair nú fer at flúgva upp á Føroyar og næstan samstundis boðar Atlantsflog frá, at tey hava samstarvað við Icelandair í fleiri áratíggjur. Ein partur av samstarvinum er, at bæði feløgini kunnu selja pláss á flogførunum hjá hvørjum øðrum.
Icelandair, sum fyrr var Flugfelag Islands, hevur fyrr flogið ímillum Føroyar og Ísland, og tá tey góvust, fór Atlantsflog undir rutuflúgving til Íslands.
Nú fara bæði Atlantsflog og Icelandair at flúgva upp á Føroyar, og í tí sambandi er ætlanin at gera eina Code-Share avtalu, sum hevur við sær, at tað verða enn betri møguleikar at selja ferðaseðlar til flogførini hjá hvørjum øðrum.
Endamálið hjá Atlantsflogi er at knýta Føroyar nærri umheiminum. Í hesum sambandi er USA ein stórur marknaður fyri ferðafólk til Føroyar.
Vit hava tí leingi arbeitt við at fáa eina Code-Share avtalu við Icelandair í lag soleiðis, at tað verður upp aftur lættari hjá amerikanarum at ferðast til Føroyar umvegis Ísland.
– Nú vóna vit, at ætlanarskrivið verður til eina veruliga avtalu og at hon verður til gagns fyri báðar partar, sigur Jóhanna á Bergi, stjóri í Atlantsflogi.