Atli hevur verið góður lærumeistari hjá nýggja landsliðsspælaranum

Í 2020 var hann á U21 landsliðnum, og nú eru góð og støðug avrik í Víkingi orsøk til, at landsliðsvenjarin hevur sent boð eftir Arnbjørn Svensson

Myndir FSF
Jonhard Hammer
11. mars 2024 kl. 14:58

Í 2017 var hann fyri fyrstu ferð á besta liðnum hjá Víkingi. Fyrstu árini var hann á miðvøllinum, har hann varð fastur makkari hjá Géza Dávid Turi.

Hann stóð seg heilt væl á miðvøllinum, men tá ið Gunnar Vatnhamar í fjør fór til Íslands at spæla fótbólt, varð Arnbjørn Svensson fluttur aftur í miðverjuna. Síðani hava hann og Atli Gregersen verið sera álitisfullir miðverjar hjá Víkingi.

Nú hevur landsliðsvenjarin Haakan Ericson sent boð eftir Arnbjørn Svensson.

Tað var greitt fyrrapartin, tá ið landsliðsvenjarin kunngjørdi, hvørjir vera við í landsliðshópinum, nú Føroyar fara á venjingarlegu í Spania og Danmark og spæla tveir venjingardystir ímóti Liktinstein á Marbella Football Center 22. mars og 26. mars ímóti Danmark á Brøndby stadion.

Arnbjørn Svensson var á tíðindafundinum í morgun. Hetta er fyrsta ferðin, at hann hevur fingið landsliðsboð síðani í 2020, tá ið hann var tríggjar ferðir á U21 landsliðnum – ímóti Ísrael (3-1), Spania (0-2) og Kasakstan (3-2).

-At fáa boð at vera við í landsliðshópinum havi eg droymt um alla mína tíð. At hava spælt í miðverjuni hjá Víkingi í heimligu kappingini og europeiskum kappingum og serliga at hava havt Atla Gregersen undir liðini hevur givið nógvar týdningarmiklar royndir, sum eg veit fara at hava stóran týdning, tá ið eg fari at fáa møguleikan á landsliðnum, sigur Arnbjørn Svensson, sum hevur spælt 119 landskappingardystir og skorað 11 mál, og sum hevur spælt seks dystir í UEFA Conference League.

Lærumeistarin hjá nýggja landsliðsspælaranum í miðverjuni hjá Víkingi er Atli Gregersen, sum í tíðarskeiðnum frá 2009 og fram til 2019 umboðaði Føroyar í 59 landsdystum.

Fyri tað mesta er talan um eina manning, sum myndaði landsliðshópin í fjør. Boð eru send eftr Magnusi Egilsson úr B36, Daniel Johansen, ið spælir fyri Thisted FC í Danmark, og Bartali Wardum úr HB.

Hópurin
Teitur Matras Gestsson, HB Tórshavn
Mattias Heðinsson Lamhauge, FC Fredericia (Danmark)
Bárður á Reynatrøð, Víkingur
Hanus Sørensen, HB Tórshavn
Viljormur Davidsen, HB Tórshavn
Daniel Johansen, Thisted FC (Danmark)
Bartal Wardum, HB Tórshavn
Andrias Edmundsson, MKS Chojniczanka (Pólland)
Magnus Egilsson, B36 Tórshavn
Hørður Askham, AB (Danmark)
Gunnar Vatnhamar, Víkingur Reykjavík (Ísland)
Andrass Johansen, B36 Tórshavn
Mads Boe Mikkelsen, KÍ Klaksvík
Arnbjørn Svensson, Víkingur
Hannes Agnarsson, B36 Tórshavn
Sølvi Vatnhamar, Víkingur
René Shaki Joensen, KÍ Klaksvík
Brandur Hendriksson Olsen, Fredrikstad FK (Noreg)
Adrian Justinussen, Hillerød Fodbold (Danmark)
Pætur Petersen, KÍ Klaksvík
Klæmint Andrasson Olsen, NSÍ Runavík
Petur Knudsen, NSÍ Runavík
Jóan Símun Edmundsson, FC Shkupi (Norðurmakedónia)

Dystir
22. mars Føroyar – Liktinstein (Marbella Football Center, Spania)
26. mars Danmark – Føroyar (Brøndby Stadion)