Átta flokkar vilja útseta avtøkuna av dýra biðidegi

Fráðboðanin kemur á degnum har lógaruppskotið um avtøku av dýra biðiegi skal til fyrstu viðgerð í fólkatinginum

Ragnar Sjúrðarson
2. februar 2023 kl. 09:00

Danska stjórnin vil strika dýra biðidag frá 2024. Nú boða átta andstøðuflokkar frá, at teir krevja at stjórnin útsetur avtøkuna av dýra biðidegi til eftir næsta fólkatingsval. Tað stendur í einum felags tíðindaskrivi.

Flokkarnir sum standa aftanfyri felags fráðboðanina eru SF, Danmarksdemokratarnir, Liberal Alliance, Konservativu, Eindarlistin, Danski Fólkaflokkurin, Alternativet og Nýggju Borgarligu.

Radikali flokkurin er einasti flokkur, ið ikki er partur av stjórnuni, sum ikki tekur undir við áheitanini frá hinum andstøðuflokkunum.

Stjórnin, ið er mannað av Javnaðarflokkinum, Vinstra og Moderatunum hevur staðið sterk í móti atfinningunum frá andstøðuflokkunum, fakfelagsrørsluni og fólkakirkjuni.

SVM stjórnin legði uppskotið, at strika dýra biðidag, fram eftir valið við tí fyri eyga, at fáa fólk at arbeiða meira.

Stjórnin vil hava danir at arbeiða meira, tí verjuútreiðslurnar skulu økjast orsaka av russisku innrásini í Ukraina, og fyri at lúka kravið fyri Nato limaskapi - at verjuútreiðslurnar hjá landinum skulu vera 2% av BTÚ.

Fyrrverandi Vinstra forsætisráðharrin Anders Fogh Rasmussen, hevur mælt stjórnini til, at bíða við at strika dýra biðidag til eftir næsta val. Hetta heldur forkvinnan og stovnarin av Danmarksdemokratunum, Inger Støjberg, at stjórnin átti at tikið til sín.

-    Eg haldi, at vit skulu lurta eftir fyrrverandi forsætisráðharranum Anders Fogh Rasmussen, sum í síðstu viku mælti, at stjótnin í minsta lagi bíðar til eftir komandi val, segði Inger Støjberg, sum í nógv ár var ein av stóru profilunum í Vinstra.