Átta kvinnur á pall í Havn í kvøld

Á konsertini fara tey at syngja tvey nýskrivað kórverk, umframt aðrar sangir

Áki Bertholdsen
20. juni 2023 kl. 09:40

Í kvøld, týskvøldið, verður konsert við kvinnukórinum, Silvitni, í Auluni í Finsen. Kórið fer at syngja kórverk úr fimm heimspørtum. Men harafturat eru tvær frumframførslur á skránni. Tað eru tveir sangir, sum eru nýskrivaðir til Silvitni. Annan sangin,  "Altíð syngur havið", hevur 

Anne Mette Greve Klemensen, skrivað og hin sangin, "Renn sól upp úr havi" hevur Sámali Matras Kristiansen skrivað 

Silvitni varð stovnað í Gøtu í september 2020, tá ið átta kvinnur settu sær fyri at syngja góðan og krevjandi kórverk saman, frá øllum møguligum tíðarskeiðum og mentanum. 

Leiðarin í kórinum er Cinthia Gonzáléz Parada úr Kili. Síðani eru tvær kvinnur komnar upp í kórið afturat, so at tað nú eru 10 úr Kalsoynni, Eysturoynni og Streymoynni og úr  Vágum. Kvinnurnar hava allar drúgvar royndir í kórum bæði í Føroyum og úti í heimi og umboða tríggjar ymiskar tjóðskapir – Føroyar, Týskland og Chile. 

 

Silvitni hevur havt nógvar framførslur seinastu tvey árini runt um allar Føroyar, bæði almennar og privatar. Í desember í fjør var Silvitni á sínari fyrstu kórferð, tá ið leiðin gekk tá til Íslands. Kórið var eisini við á G! Festivalinum í fjør, og tær verða aftur at hoyra í Fjósinum á G! í ár. Konsertin í Finsen er partur av Summartónum og umframt teir báðar nýskrivaðu sangirnar, fara tey at syngja sangirnar, tær sungu á kórfestivalunum í fjør og í ár, har kórið vann ávikavist 1. og 2. virðisløn. Hesir sangir eru úr Japan, Mexico, Suðurafrika og Indonesia.

Kórleiðarin. Cinthia Gonzáléz Parada er útbúgvin sangari og kórleiðari. Hon syngur sjálv við í kórinum. Hon hevur prógv frá lærda háskúlanum Universidad de Talca, Chile, og hevur búð á Strondum hesi seinastu seks árini.