Ávara nú um jarðskjálvtar og eldgos í Íslandi

Íslendsku myndugleikarnir herða nú trygdartiltøkini, nú vandi er fyri eldgosi og enn fleiri jarðskjálvtum

Frá eldgosinum við Fagradalsfjall í fjør (Mynd: Kristinn Magnússon/mbl.is)
Sigurjón Einarsson
3. august 2022 kl. 11:13

Íslendsku myndugleikarnir herða nú trygdartiltøkini í samband við vanda av eldgosi.

Í einari útsøgn til íslendska kringvarpið, RÚV, sigur Thorvaldur Thórðarson, sum er leiðandi gosfjallafrøðingur í Íslandi, at fólk skulu fyrireika seg til eitt ógvisligt eldgos á Reykjanes-hálvoynni.

– Hetta kann henda um nøkur ár ella innanfyri nakrar mánaðir, sigur Thorvaldur Thórðarson við RÚV.

Tað var seinasta leygardag, at ein røð av jarðskjálvtum byrjaðu í og umkring Grindavík, og nógvir skjálvtar hava eisini verið síðan tá. Sunnudagin var ein skjálvti máldur til fimm á Richter-stiganum, og í gjár, týsdagin, vóru fleiri skjálvtar máldir, ið vóru yvir fýra á Richter.

Nakað av materiellum skaðum hava verið, men eingin mansskaði er skrásettur.

Í fjør fór at goysa við Fagradalsfjall á Reykjanesi. Hetta hendi, eftir at fleiri jarðskjálvtar høvdu verið vikurnar frammanundan. Hetta gosið helt fram í fleiri mánaðir og bleiv til eitt ferðafólkamál, eftir at Ísland læt síni landamørk uppaftur eftir koronukreppuna.

Nokk kendasta eldgosið seinnu árini hendi í 2010, tá ensktalandi miðlar stríddu seg ígjøgnum at siga Eyjafjallajøkul, tá Eyjafjallajøkul tann 14. apríl í 2010 fór at goysa.

Tað hevði millum annað við sær, at loftrúmið yvir Føroyum, Norra, Danmark, Írlandi og Bretlandi var afturlatið í 14 dagar.