Ávaraðu um hálku í morgun – men tað var eingin vandi á ferð

Landsverk sigur, at tað hevur verið kalt í luftini, men ikki í vegnum

Landsverk er til reiðar til veturin. Savnsmynd frá Landsverki
Áki Bertholdsen
13. september 2023 kl. 11:40

Í morgun ávaraði veðurstøðirnar hjá Landsverki um hálku, og tað er rættiliga tíðliga, tí enn eru vit ikki komin í hálvan septembur.

Tað eru eisini fólk, sum hava greitt frá, at tey ið tey fóru í bilin í morgun, var ísur á rútunum.

Men Mortan Olsen, økisleiðari á virkisdeildini hjá Landsverki, sigur, at hóast veðurstøðirnar ávaraðu um hálku, hevur tað ikki verið hált. 

Hann sigur, at luftin hevur verið køld, men enn eru vegirnir ikki so kaldir, at tað hevur verið hált at koyra, so í morgun var eingin vandi á ferð.

Vanliga eru teir fyrstu hálkudagarnir ikki fyrr enn í oktobur, onkra hendinga ferð seinast í septembur.

Annars sigur økisleiðarin, at á Landsverki hava tey fyrireika seg til veturin, so nú eru tey til reiðar at salta og grava kava, skuldi boð verðið eftir teimum.

Hann sigur, at í fjør fingu tey ein nýggjan kavablásara. Tey fingu ikki roynt hann í tí ringasta kavanum seinasta vetur, men hann varð kortini í brúki og hann vísti seg at gera heilt stóran mun.

Sostatt eru tey, í hvussu so er á hesum øki, betri fyri í vetur, enn tey hava verið. Men annars er tað eingin loyna at útgerðin, tey hava til vetrarhaldið, er gomul, og Landsverk hevur fleiri ferðir ávarað um, at hon kann ganga fyri, tá ið mest er brúk fyri henni