Ævintýraferðin fer á ferð inn í menniskja

Búi Dam og Dánjal á Neystabø leggja nú seinastu hond á sjónvarpssendirøðina fyri børn “Seks spurningar um at vera menniskja”, sum menninir handan Ævintýraferðini hava framleitt. Um alt gongur sum ætlað, so verður sendirøðin at síggja í KvF í februar 2022

Sigurjón Einarsson
26. oktober 2021 kl. 13:46

“Hvussu kann mann hava ein hava á høvdinum?”

Hendan spurningin og fleiri aðrar spurningar, sum børn kunnu finna upp á at spyrja, hava Búi og Dánjal spurt millum ár og dag í leiklutinum sum ávikavist Búi Sibbidibbidimdimdubadabadam og Dánjal Kaggadingding Kaggadingding Kaggadum í Ævintýraferðini.

Dánjal og Búi hava nú í skjótt 20 ár framleitt barnatilfar til sjónleika- og tónleikapallin í Føroyum, men nú arbeiða teir báðir við eini filmsverkætlan fyri børn, sum teir byrjaðu at arbeiða við í 2017.

– Talan er um barnasjónvarp, ið setir sjóneykuna á teir stóru og torgreiddu spurningarnar í tilveruni á ein stuttligan og barnsligan hátt, skriva teir báðir í einum tíðindaskrivi.

Filmsverkætlanin nevnist “Seks spurningar um at vera menniskja” og er í seks pørtum, sum eru 20 minuttir hvør. Afturat teimum báðum er ein annar persónur komin afturat, ið hevur stóran týdning fyri søgugongdina, nevnliga Mariann Hansen í leiklutinum sum Tebryggjarin. 

– Hvør eri eg? Ber til at liva í alla tíð? Ber tað til at fanga ljósið? Hetta eru nakrir av spurningunum, sum verða viðgjørdir í sendirøðini, siga Dánjal og Búi og leggja afturat:

– Vit vilja skapa list, sum spyr og skapar undran. Hetta er afturvendandi høvðuðstráðurin í sendirøðini, har støði verður tikið í vísund, heimspeki og andaliga heiminum, siga teir í Ævintýraferðini.

Talan er um eina tíðarkrevjandi tilgongd, sum nú er komin so mikið væl áleiðis, at allir seks partarnir eru liðugt filmaðir og kliptir. Í hesum døgum er drúgva eftirviðgerðin av sendirøðini, har teir seks partarnir vera endaliga ljóð- og litviðgjørdir.

– Vit gleða okkum ómetaliga nógv at bjóða eina føroyska sjónvarpssendirøð til føroysk børn á føroyskum, og vóna at koma á mál soleiðis, at ”Seks spurningar um at vera menniskja” sleppur inn í allar stovur í Føroyum til gleði fyri smá og stór, siga teir báðir Dánjal og Búi at enda.