Avsannar leysasøgur um Sandoyartunnilin

 – Tað er eingin ósemja um at gera hann lidnan, sigur løgmaður

Áki Bertholdsen
23. mai 2023 kl. 14:42

Tað er eingin ósemja um at gera Sandoyartunnilin lidnan. Tað sigur Aksel V. Johannesen, løgmaður. 

Jacob Vestergaard, tingmaður fyri Fólkaflokkin, hevur hoyrt, at byggifyritøkan, NCC, drálar við at gera Sandoyartunnilin lidnan, samstundis sum at aðrir arbeiðstakarar ikki sleppa framat, fyrrenn NCC er liðugt við sítt arbeiði. 

– Arbeiðið hevur gingið skjótari enn tíðarætlanin, og tí er ósemja um eitt «bonus» til NCC, um so er, at tunnilin verður liðugur áðrenn ásettu tíðina, hevur løgtingsmaðurin frætt.

Løgmaður hevur spurt seg fyri hjá tunnilsfelagnum og haðani eru boðini, at arbeiðið at gera Sandoyartunnilin líður væl. 

Samstundis er tað einki, sum bendir á, at sáttmálasetta tíðarfreistin ikki fer at halda, leggur hann afturat.. 

– Tá ið slík stórarbeiði verður gjørt, verður næstan altíð samskift aftur og fram um ymiskt. Men í løtuni er tað ikki nøkur ósemja um at gera sjálvan tunnilin lidnan, sigur løgmaður.

Sáttmálin ímillum tunnilsfelagið og NCC er umfataður av reglunum um »Almindelige Betingelser for arbejder og leverancer i byggeog anlægsvirksomhed«.  

Her verður samstarvið ímillum partarnar útgreinað. Tað vanliga er, at í einum slíkum sáttmála eru eisini tíðarfreistir fyri, nær ymisk arbeiðir skulu vera liðug. 

– Innan fyri hesar tíðarfreistir, er tað NCC, sum hevur allan rætt til at leggja sítt arbeiði til rættis, og at gera av, nær teir ymisku staklutirnir verða gjørdir, sigur løgmaður.

Tað, tunnilsfelagið veit, er tað ikki nakað, sum bendir á, at NCC ikki klárar at halda sínar tíðarfreistir eftir sáttmálanum, sigur løgmaður.

– Undirarbeiðstakarar hava verið inni í Sandoyartunlinum og gjørt ymisk arbeiðir eftir avtalu við høvuðsarbeiðstakaran. 

– Ætlandi fara teir aftur í tunnilin at arbeiða, tá ið arbeiðið NCC er komið longri. Í løtuni riggar tann eini undirarbeiðstakarin seg til uttanfyri tunnilin á Gomlurætt, sigur løgmaður.

Eftir ætlan verður Sandoyartunnilin tikin í brúk í desembur í ár, ella um gott og væl eitt hálvt ár.