B36 basti HB í steypafinaluni

U-21 steypakapping: Tað var neyðugt við longdari leiktíð, áðrenn steypavinnarin var funnin

Jóannes Hansen
4. november 2023 kl. 07:36

Tað var rættiligur steypahýrur og stórur spenningur, tá ið U21 liðini hjá grannunum í Gundadali fríggjakvøldið spældu steypfinalu á Tórsvølli.

Tá ið 90 minuttir vóru farnir, var støðan 2-0, og so var neyðugt við longdari leiktíð. Tá skoraði B36 tvey mál, og so endaði Thomas Dam Intersport steypið í B36 húsinum.

HB var frammanfyri bæði 1-0 og 2-1. Í báðum førum var Rani Wenningsted Sørensen málskjútti. Fyrra málið skoraði hann í 19. minutti og eftir upplegg frá Jógvani Elmarsson Ósá, og seinna málið skoraði hann fimm minuttir eftir steðgin.

Lítla løtu undan steðginum javnaði B36 til 1-1. Emil Weihe Joensen var málskjútti, og uppleggið átti Eliesar Johannesen. B36 legði nógv fyri í roynd at javna, og tíggju minuttir undan leikloki eydnaðist tað. Tobias Hansen var málskjútti.

Í longdu leiktíðini var tað heilt skjótt, at Mattias Hellisdal legði B36 á odda 3-2. Tá átti Tobias Hansen uppleggið, og áðrenn fyrri hálvleikur í longdu leiktíðini var av, økti B36 um munin til 4-1. Tá var Carl Mikkelsen málskjútti.

Síðstu løtuna vóru stórir málmøguleikar í báðum endum, men tað vórðu ikki skorað fleiri mál, og so var tað greitt, at B36 var steypavinnari í U21 kappingini 2023.

Fyrr í heyst tryggjaði 07 Vestur sær FM heitið í kappingini millum U21 lið.

 

U21 Thomas Dam Intersport steypið 2023

HB – B36 2-2 (1-1) 2-4 eftir longda leiktíð

1-0: Rani Wenningsted Sørensen 19.

1-1: Emil Weihe Joensen 44.

2-1: Rani Wenningsted Sørensen 48.

2-2: Tobias Hansen 80.

2-3: Tórur Eið Eliasen 94.

2-4: Carl Mikkelsen 101.

Dómari: Heini Ziskason Viðoy

HB: Kristian Dam Petersen, Jón Steingrímsson, Leivur Fossdal Guttesen, Gilli Róason, Ejvinc R. Mouritsen, Suni Wardum, Magnus Rubek Carlsen, Rani Wenningsted Sørensen, Jógvan Elmarsson Ósá, Ari Askham, Tórur Franksson Joensen

Hesir vórðu allir skiftir inn: Pætur McLeod Jacobsen, Andras Henriksen, Páll Fríði Ziskason, Øssur Hjalt Mohr, Andreas Skeel Nolsøe, Baldur G. Niclasen, Djóni Samuelsen

Gult kort: Jón Steingrímsson, Djóni Samuelsen, Magnus Rubek Carlsen, Øssur Hjalt Mohr

Venjari: Ríkin Napoleon Djurhuus

Hjálparvenjari: Oddur Olsen

B36: Daniel Borentzvige, Rói Wilhelm Fossabrúgv, Eliesar Johannesen, Rói Hansen, Emil Weihe Joensen, Jógvan Kárason Gullfoss, Carl Mikkelsen, Sámal Jákup Jacobsen, Rókur Kollsker, Mattias Weihe Joensen, Mattias J. Hellisdal

Hesir vórðu allir skiftir inn: Sigurð J. Rasmussen, Elias Johannesen, Tyrni í Sjúrðagarði, Marius Árting Allansson, Pætur Kjærbo, Tobias Hansen, Tórur Eið Eliasen

Gult kort: eingin

Venjari: Johnny Samuelsen

Hjálparvenjari: Tonny Brimsvík