B36 fær styrk úr AaB

Emma Lind Simonsen skal spæla við kvinnuliðnum hjá B36

Mynd: B36
Fríðmundur Nattestad
22. februar 2024 kl. 12:00

Emma Lind Simonsen fer at spæla við B36 í ár. Hon er 20 ára gomul, og er uppvaksin í AaB. Í 2022/23 las hon í USA, og spældi tá við liðnum á skúlanum. Síðani vendi hon heim aftur til AaB.

Hon royndarvandi her í januar, og vit ivaðust ikki eina løtu í, at vit vildu hava Emmu at spæla fyri B36. Hon hevur spælt nógv í miðverjuni, men hon kann spæla á fleiri plássum, skrivar B36 í dag.

- Eg helt tað vera ein góður møguleiki at fáa nógva spælitíð og eisini nakrar góðar upplivingar. Eg kendi meg væl í felagnum og millum fólkini her, tá eg vitjaði B36 eitt vikuskifti í januar. Tí valdi eg at taka av møguleikanum, sigur Emma Lind Simonsen í tíðindaskrivi frá B36.

Landskappingin hjá kvinnum fer av bakkastokki týsdagin 26. mars. Tá tekur B36 ímóti 07 Vestur í Gundadali.