B68 er á gáttuni til fyrstu finaluna í 28 ár

Setningurin hjá Jákupi á Borg, venjara hjá B68, er undan seinnu hálvfinaluni ímóti EB/Streymi at sannføra sínar um, at einki er liðugt, fyrr enn alt er liðugt

Jóannes Hansen
3. september 2023 kl. 16:14

Klokkan 17 verður fyrsta bríksl á Svangaskarði. Dagsskráin er seinna hálvfinalan í kappingini um løgmanssteypið millum B68 og EB/Streym. Tá ið toftamenn 28. juni vóru í Hólmanum á Eiði, lá tað heilt væl fyri hjá teimum, tí teir fóru út aftur við 3-0 sigri. Aidan Liu, sum tá var B68 miðverji, skoraði í fyrra hálvleiki, og eftir steðgin vóru Ragnar Samuelsen og Hanus Højgaard málskjúttar.

Setningurin hjá Sigfríði S. Clementsen, venjara hjá EB/Streymi, er at sannføra sínar spælarar um, at tað ber til at venda gongdini, hóast teir eftir fyrra hálvleik í hálvfinuni eru aftanfyri við trimum málum. EB/Streymur hevur vunnið løgmanssteypið fýra ferðir – í 2007, 2008, 2010 og 2011 – og síðsta ferðin, at EB/Streymur var í steypafinaluni var í 2012, tá ið tað endaði 3-3, og Víkingur vann brotssparkskappingina.

Setningurin hjá Jákupi á Borg, venjara hjá B68, er at sannføra sínar um, at einki er liðugt, fyrr enn alt er liðugt, og at tað í dag snýr seg um at fara á vøllin og spæla út frá, at støðan er málleysur javnleikur. Um B68 liðið fer at leggja fyri við at verja leiðsluna frá fyrru hálvfinaluni, so er møguleiki fyri, at tað fer at enda heilt galið. B68 hevur bara einaferð verið í steypafinaluni. Tað var í 1995, tá ið HB vann 3-1.

Í landskappingini hava B68 og EB/Streymur dystast tvær ferðir fyrr í ár. Á Svangaskarði endaði tað við málleysum javnleiki 16. apríl, og 10. juni vann EB/Streymur 2-0 í Hólmanum á Eiði.

B68 – EB/Streymur: Jóhan Hendrik Ellefsen kl. 17.00

B68 vann fyrru hálvfinaluna 3-0

B68: Benjamin Schubert – Aleksandur Ó. Jensen, Áki Johannesen, Aron Reinert Hansen, Alex Mellemgaard – Mohamed Samba, Hanus Højgaard, Ragnar Samuelsen, Sebastian Lau Nielsen – Boubacar Dabo, Jørgen Nielsen

EB/Streymur: Silas Eyðsteinsson – Bergur Poulsen, Mikkjal Hellisá, Andras Ó. Olsen, Rógvi Egilstoft – , Gutti Dahl-Olsen, Dánjal Godtfred, Rani í Soylu, Hans Pauli á Bø – Filip Djordjevic, Bogi Reinert-Petersen