B68 hevur fingið nýggjan spælara

17 ára gamli Thomas Bjørn Miezan fer nú at eiga heimavøll á Svangaskarði

Jóannes Hansen
22. mars 2024 kl. 21:42

17 ára gamli Thomas Bjørn Miezan hevur seinastu vikurnar vant við B68, og nú boðar B68 frá, at felagið undan síðstu freistini at skriva undir sáttmála við spælarar, sum var fríggjadagin í síðstu viku, skrivaði undir sáttmála við Thomas Bjørn Miezan.

Thomas Bjørn Miezan, sum er føddur 15. apríl í 2006, spældi í 2022 tríggjar dystir í 1. deild fyri HB. 8. mai í 2022 var hann í lítla løtu á vøllinum, tá ið besta liðið hjá HB tapti 2-0 í Klaksvík.

Síðani hevur hann roynt seg í FCK, og í vetur hevur hann aftur vant við HB. Eingin sáttmáli spurdist burturúr við HB, og nú er Thomas Bjørn Miezan B68 spælari.