B68 hevur skift málverja

Meðan toftamenn hava skift tríggjar út, so er Víkingur í somu uppstilling, sum undanfarnu ferðirnar

Jóannes Hansen
1. apríl 2024 kl. 16:41

Eftir tvey umfør hevur Víkingur seks stig, og tí er eingin orsøk at broyta nakað. Olaf Bárðarson er ikki tøkur, og eingin er raktur av leikbann.

Klokkan 17 verður oyggjauppgerð í Sarpugerði, har Víkingur er vertur, og har B68 er gestur.

B68 vann fyrsta stigið, tá ið tað endaði 1-1 við Margáir ímóti EB/Streymi. Sammett við ta ferðina hevur Jákup á Borg gjørt tríggjar broytingar á B68 liðnum.

Ein broyting er, at Tórður Thomsen hevur loyst Terja Brynjarsson av millum stólparnar. Tórður Thomsen er komin fyri seg eftir skaðasteðg.

Vongverjin Fríði í Túni Petersen er leikbannaður, og miðverjin Aron Reinert Hansen er á beinkinum. Nýggir millum teir fyrstu ellivu – umframt Tórð Thomsen – eru miðverjin Hjalti Strømsten og vongverjin Bárður Ó. Jensen.

Víkingur – B68: Heini Ziskaskon Viðoy kl. 17.00.