Bakkafrost sloyfar árligar íløgur fyri 300 milliónir krónur

Íløguætlanin næstu 5 árini, sum bleiv kunngjørd í dag. Kelda: Bakkafrost

Johnny í Grótinum
6. juni 2023 kl. 22:10

Í samrøðugrein á In.fo eftirlýsir Høgni Hoydal, at Bakkafrost upplýsir íløgurnar í krónum og ikki bert, at tær minka frá 12 kr/kg til 7 kr/kg í Føroyum. Við støði í upplýstu tøkunøgdini á 68.000 tons í Føroyum er lutfalsliga einfalt at roknað út, at árligu íløgurnar minka úr 800 til 500 mió.kr. Ella við 300 mió.kr hvørt ár, sum svarar til helmingin av íløgukarminum hjá tí almenna.