Barbara svarar aftur: Tað er ov tíðliga at finnast at, áðrenn vit hava almannakunngjørt eina einastu søgu

Í aftursvari til formannin í Føroyskum Miðlafólkum, sigur ábyrgdarstjórin í Frihedsbrevet í Føroyum, Barbara Holm, at Frihedsbrevet ikki hevur sagt meira enn tað, sum nógv tíðindafólk og miðlafrøðingar í Føroyum longu hava sagt

Barbara Holm er ábyrgdarstjóri á Frihedsbrevet í Føroyum, sum kemur á marknaðin hósdagin 1. desember (Mynd: Frihedsbrevet)
Sigurjón Einarsson
30. november 2022 kl. 06:32

– At Jón Brian Hvidfeldt kennir seg traðkaðan undir fót er sjálvandi keðiligt, men tað er eisini undarligt, tá Frihedsbrevet ikki hevur sagt meira enn tað, sum nógv tíðindafólk og miðlafrøðingar í Føroyum longu hava sagt. Tað er nú eisini eitt sindur tíðliga at finnast, áðrenn vit hava almannakunngjørt eina einastu søgu.

Tað sigur Barbara Holm, ábyrgdarstjóri í Frihedsbrevet í Føroyum, sum aftursvar til formannin í Føroysk Miðlafólk, Jón Brian Hvidfeldt, ið finst at journalistikkinum, sum Frihedsbrevet hevur borðreitt við í Danmark.

Frihedsbrevet letur nú deild upp í Føroyum, og í tí sambandi skrivaði formaðurin í Føroyskum Miðlafólkum, at Frihedsbrevet hevjar seg upp við at traðka á onnur. 

– Vit siga bara tað, sum hini siga
Barbara Holm heldur, at formaðurin í Føroyskum Miðlafólkum eigur at tola ta sannroynd, at Frihedsbrevet bara sigur tað sama, sum so nógv onnur í miðlalandslagnum siga.

– Tí undrar tað eitt sindur, at Jón Brian Hvidfeldt heldur, at tað er neyðugt at koma við einum kjakinnleggi, áðrenn vit yvirhøvur eru komin við nakrari søgu. Vit eru ikki harrar yvir, hvussu okkara útsagnir verða fataðar av lesarunum, heldur ábyrgdarstjórin í Frihedsbrevet í Føroyum. 

Tó sigur Barbara, at hon fer at taka ímóti ráðunum frá formanninum í Føroysk Miðlafólk og hyggja inneftir.

– Men eg eri eisini bangin fyri, at lesarin fatar fleingjuna frá Føroysk Miðlafólk eitt sindur øðrvísi enn tað, soleiðis sum Jón Brian Hvidtfeldt hevur ætlað.

Barbara vísir á, at í august mánað í ár var miðlaráðstevna í Norðurlandahúsinum, har ljós varð varpað á avbjóðingar og loysnir hjá miðlunum í Føroyum. Miðlalandslagið í Føroyum er eisini nógv smalkað, tí miðlarnir í Føroyum hava mist 100 tíðindafólk seinastu 15 árini.

Miðlafrøðingurin Bjarni Arge skrivaði fyrr í ár eitt kjakinnlegg, har hann helt, at vit í Føroyum eiga at endurhugsa føroyskar miðlar fullkomiliga. Hann skeyt millum annað upp, at ein nýggj og djørv lítlasystir hjá Kringvarpinum hevði sparkað lív í føroyskar miðlar. Hetta kundi verið við til, at vit fingu meira av kritiskum journalistikki í Føroyum.

– Eg vil fara so langt sum at pástanda, at tað er lítil ella eingin kritiskur journalistikkur eftir í Føroyum. Og tað er ein skandala, skrivaði Bjarni Arge í einum lesarabrævi í mai í ár.

Ábyrgdarstjórin í Frihedsbrevet í Føroyum vísir eisini á, at ein annar nevndarlimur í Føroysk Miðlafólk, Øssur Wintherheig, eisini hevur orðað seg um journalistisku støðuna í Føroyum – í sambandi við kjakinnleggið frá Bjarna Arge:

“Vit hava ikki nógvan kritiskan journalistikk fyri tíðina, men støðan er so mikið álvarsom, at vit næstan heldur ikki hava vanligan góðan journalistikk”, siterar Barbara Øssur Winthereig fyri.

– Tá fekk hendan útsøgnin ikki nakran kritikk frá formanninum í Føroysk Miðlafólk, vísir Barbara Holm á.

Frihedsbrevet skal fylla eitt tómrúm
– Fyri at gera tað gjøllari: Eg haldi avgjørt, at tað eru nógvir dugnaligir journalistar til arbeiðis hvønn dag í Føroyum, men eg haldi, at vit øll kunnu vera samd um, at journalistikkurin í Føroyum hevur sæð betri dagar, skrivar ábyrgdarstjórin í Frihedsbrevet.fo.

– Vit fara at levera eitt annað slag av journalistikki, enn tað, sum hinir miðlarnir gera. Teir privatu miðlarnir eru illa sperdir, og tað haldi eg ikki er nakað ivamál um. So hava vit Kringvarpið eftir, ið hevur møguleikar at gera gravandi og kannandi journalistikk. Men tað er ikki dagligkostur í Kringvarpinum, og tað haldi eg eisini, at Jón Brian, sum er ein av redaktørunum í Kringvarpinum, má viðurkenna. Sjálvandi ger Kringvarpið nógv kritisk innsløg og týdningarmiklar søgur, men tað merkir ikki, at stovnurin raðfestir gravandi og kannandi journalistikk í tíðindastreyminum. Í hvussu so er ikki nógv av tí, skrivar Barbara í sínum aftursvari til formannin í Føroysk Miðlafólk.

Hon vísir á, at tað er júst hetta, ið Frihedsbrevet fer at hava fokus á. Nýggi miðilin verður ikki tengdur at, at tilfar skal koma út til eina ávísa freist, men at søgan kemur út, tá tíð og orka er brúkt upp á at grava og kanna tað, sum kannast skal, áðrenn søgan er til reiðar at verða almannakunngjørd á miðlinum.

Barbara endar sítt aftursvar við at takka Jón Briani fyri góðu ráðini, men kemur so eisini við einum ráði til formannin í Føroysk Miðlafólk.

– Hygg líka inneftir og met um, hví tú bleivst firtin av, at eg og Mads Brügger siga tað sama, sum nógvir limir í Føroyskum Miðlafólkum sjálvi siga – og sum annars nógv onnur, ið hava áhuga fyri journalistikki, eisini gera, endar Barbara sítt aftursvar til formannin í Føroyskum Miðlafólkum, Jón Brian Hvidfeldt, sum stendur at lesa í danska fakblaðnum, Journalisten.dk, sum er eitt fakblað/miðil um journalistikk og miðlar.