Barcelona stjørna gevst í spanska stórfelagnum í summar

Miðvallarin Sergio Busquets upplýsir á Twitter, at hann fer frá FC Barcelona eftir hetta kappingarárið

Ragnar Sjúrðarson
10. mai 2023 kl. 13:13

Ein legenda vinkar FC Barcelona farvæl.

Soleiðis ljóðar tað frá FC Barcena í einum filmsbrotið á Twitter.

34 ára gamli miðvallarin gevst í felagnum tá hansara sáttmáli gongur út í summar.

-    Tað hevur verið ein æra, dreymur og stoltleiki at umboða hetta felagið í so nógv ár. Tað hevur ikki verið ein løtt avgerð, men tíðin er komin at siga farvæl, sigur Sergio Busquets.

Liðformaðurin hjá Barcelona leikti sín fyrsta dyst í 2008 og hevur leikt yvir 700 dystir fyri felagið.

Í tíðarskeiðinum hevur hann verið við til at vinna Champions League tríggjar ferðir, spanska meistaraheitið átta ferðir, sjey steypakappingar og HM fyri feløg tríggjar ferðir.

Komandi vikuskifti fer Sergio Busquets sannlíkt at leggja eitt meistaraheitið afturat sínum CV. Tá kann Barcelona við einum sigri á Espanyol tryggja sær meistaraheitið.