Barnafamiljan í fokus – ítøkiligar ætlanir

Trýstið á barnafamiljurnar hevur ongantíð verið størri, og tískil skulu vit betra um umstøðurnar hjá barnafamiljunum.

Uni Rasmussen
23. november 2022 kl. 17:03

Trýstið á barnafamiljurnar hevur ongantíð verið størri, og tískil skulu vit betra um umstøðurnar hjá barnafamiljunum. Her skulu ítøkiligar ætlanir til. Vit í Fólkaflokkinum hava víst, at vit vilja tað í verki, tí vit hava lagt tey neyðugu lógaruppskotini fram. Um tú gevur mær títt álit, so fari eg at arbeiða fyri at leggja hesi uppskot fram:

• Hækka barnafrádráttin

• Hækka hámarkið fyri barsilsútgjald

• Familjan skal sjálv avgera hvussu stovnpláss og barsilstíðin verður brúkt

• Broyta skattastigan, soleiðis at meira liggur eftir

Hetta eru ítøkiligar ætlanir, sum betra um umstøðurnar hjá barnafamiljunum. Far tí á val og set X við Una Rasmussen. Gott val!

Uni Rasmussen

Valevni hjá Fólaflokkinum