Beinir Johannesen nýggjur formaður í Fólkaflokkinum

Kreppufundurin í Fólkaflokkinum endaði við, at Beinir Johannesen gjørdist nýggjur formaður flokksins

Kristian Waag Dam
10. november 2022 kl. 22:39

25 ára gamli Beinir Johannesen er nýggjur formaður í Fólkaflokkinum. Hesum visti Kringvarp Føroya at siga í kvøld, eftir at kreppufundurin hjá Fólkaflokkinum er av.

Kreppufundurin í Fólkaflokkinum endaði við, at Beinir Johannesen gjørdist nýggjur formaður flokksins. Tað er floksleiðslan, ið hevur valt unga klaksvíkingin til nýggjan formann.

Beinir Johannesen, sum nú skal leiða flokkin til løgtingsvali í desembur, hevur í fleiri ár verið stjørnuskotið hjá flokkinum. Tá hann á stillaði upp á fyrsta sinni til fólkatingsvali í 2019 fekk hann 667 atkvøður. Seinni sama ár var hann fyrst valdur á fólkaflokslistanum á løgtingsvalinum við 998 persónligum atkvøðum.

Á fólkatingsvalinum herfyri, tá flokkurin gekk aftur við 8, 6 prosentum, fekk Beinir Johannesen 605 persónligar atkvøður.