Beinir Johannesen: - Vit fara at viðgera álvarsligu støðuna í dag

- Nú fara vit í felag at viðgera álvarsligu støðuna hjá flokkinum innanhýsis á floksleiðslufundi seinni í dag, skrivar tingbólkaformaðurin hjá Fólkaflokkinum Beinir Johannesen, í tíðindaskrivi

Kristian Waag Dam
10. november 2022 kl. 11:20

- Tað skal ikki vera nøkur loyna, at vit eru sera hørm um, at formaður floksins hevur avgjørt at leggja frá sær, soleiðis skrivar tingbólkaformaðurin hjá Fólkaflokkinum Beinir Johannesen, í tíðindaskrivi.

Í morgun boðaði formaðurin í Fólkaflokkinum Christian Andreasen, frá, at hann leggur frá sær sum floksformaður og samstundis fer úr politikki.

Sostatt er Fólkaflokkurin noyddur at finna ein nýggjan formann til løgtingsvali tann 8. desembur. Sambært tingbólkaformanninum hjá Fólkaflokkinum Beinir Johannesen, fer flokkurin at viðgera støðuna í dag.

- Nú fara vit í felag at viðgera álvarsligu støðuna hjá flokkinum innanhýsis á floksleiðslufundi seinni í dag,

- Til tann viðgerðin er liðug, neyðugar avgerðir tiknar og nýggjur formaður valdur, hava vit ikki fleiri viðmerkingar til støðuna, skrivar tingbólkaformaðurin, í tíðindaskrivi.