Bert eitt stikk skal løða tínar eindir í framtíðini – men er tað nú eitt gott hugskot?

ES hevur í hyggju at gera USB-C-stikkið til eitt aðalkrav – eisini fyri Apple-eindir

Sigurjón Einarsson
18. oktober 2021 kl. 14:50

Vit eru mong, ið kenna hesa støðuna. Tú ert farin út, fartelefonin er í lummanum, og tá tú so tekur hana úr lummanum, tí onkur ringir, so leggur til merkis, at bert tvey prosent av battarínum er eftir. Men hvar er løðarin? Tú spyrt, um nakar hevur ein iPhone-løðara uppi á sær, sum tú kanst lána, men eingin hevur nakran iPhone-løðara.  

So hevði tað verið gott, um allir løðarar passaðu til júst tína fartelefon. Hetta er ikki galdandi í dag, tí millum annað Apple brúka sítt egna Lightning-stikk.

Ymiskir framleiðarar brúka ymisk stikk til at løða telefonir við. Men stendur tað til ES, so verður hetta søga.

Herfyri kom ES-kommissjónin við einum lógaruppskoti um, at nýggjasta versjónin av USB-stikkinum – USB-C skal vera standard stikkið til at løða allar eindir sum til dømis fartelefonir og teldlar.

Men er tað nú eitt gott hugskot?

Her er eitt videobrot, har tað verður hugt nærri eftir USB-C-stikkinum.

Her kanst tú hoyra meira, hvat USB-C-stikkið er.