![](https://dimma.ams3.cdn.digitaloceanspaces.com/images/2021.05.27/image/Sjósíl 1.jpg)
![Dimma.fo Logo](https://www.dimma.fo/assets/dimmalaetting.png)
Vitanin um sjósíl í føroyskum vøtnum og sjógvi er sera avmarkað. Fiskaaling fór tí í 2019 undir eina verkætlan, har endamálið er at fáa grundleggjandi vitan um sjósíl til vega. Henda verkætlanin heldur nú fram í 2021.
Sílafellan, sum er sett upp í Sandá, savnar síl, ið eru á veg á sjógv. Hvønn morgun verður fellan kannað, og granskarar gera mátingar av sílunum og taka roðslu at kanna nærri.
Úrslitini koma síðani at siga nakað um, nær smoltið fer á sjógv, og um longd, vekt, konditión og aldur. Verkætlanin fer við hesum at kunna meta um ferðingarmynstur og trivnað. Sílafellan verður í hesum umfarinum standandi til juli 2021. Tað er Havbúnaðarfelagið, ið fíggjar verkætlanina.
Ársfrágreing 2020
Í nýggjastu ársfrágreiðingini fyri granskingarverkætlanina ber til at samanbera úrslitini frá bæði 2019 og 2020. Her sæst m.a., at munur er millum árini viðvíkjandi nær á árinum sjósílini fara á sjógv á fyrsta sinni. Vit síggja eisini, at aldurin á sjósílunum, tá ið tey fara á sjógv fyrstu ferð, áhaldandi sæst aftur í støddini hjá teimum.
Sjósílini høvdu flest lýs í juni/juli, og tá ið flest sjósíl høvdu lýs, høvdu 78 prosent av teimum lús. Munur millum árini sæst eisini aftur í vøkstur tað fyrsta árið á sjónum og í hvat, tey høvdu etið.
Ársfrágreiðingin kann lesast her.
10.000 krónur fyri at vinna
Sum liður í verkætlanini verða sjósíl á sjónum eisini kannaði. Umframt at Fiskaaling savnar inn eitt góðkent tal av sjósílum við gørnum, kann ein og hvør, ið fær síl, savna inn roðslu til Fiskaaling og vera við í lutakastinum um 10.000 skattafríar krónur. Drigið verður um vinnandi brævbjálvan í desembur mánaði.
![](https://dimma.ams3.digitaloceanspaces.com/images/2021.05.27/resized/Sjósíl 2.jpg)
![](https://dimma.ams3.digitaloceanspaces.com/images/2021.05.27/resized/Sjósíl 3.jpg)
![](https://dimma.ams3.digitaloceanspaces.com/images/2021.05.27/resized/Sjósíl 4.jpg)
![](https://dimma.ams3.digitaloceanspaces.com/images/2021.05.27/resized/Sjósíl 5.jpg)
Kelda: Fiskaaling