Bíða enn eftiir landsstýrismanninum

Trupulleikin við tøkugaldinum á laksi og liðugtvøruframleiðsluni er enn ikki loystur

(Mynd: Sveinur Tróndarson)
Árni Gregersen
18. september 2023 kl. 11:30

Fyri hvønn dag sum gongur nú. minkar burtur av framleiðsluni, sum Bakkafrost ger av liðugtvørum.

Sáttmálarnir fyri næstaz ár verða gjørdir nú frá september og til jóla, men tøkugjaldið ger, at Bakkafrost ikki er kappingaført við liðugtvørum júst nú.

Á> almennum fundi á Glyvrum í summar, segði landsstýrismaðurin við vinnumálum, Høgni Hoydal, at hann helt seg hava eina loysn, so hetta kundi greiðast. Tað kann gerast tekniskt.

Høgni Hoydal, landsstýrismaður, sigur í dag, at arbeitt verður framvegis við eini loysn, men at málið skal viðgerast bæði í samgonguni og í vinnumálaráðnum og er ein partur av sjálvum fíggjarlógaruppskotinum.

Regin Jacobsen, stjóri á Bakkafrost, sigur, at tey bíða framvegis eftir einum útspæli frá landsstýrismanninum, men at fyri hvønn dag, sum gongur nú minkar talið av sáttmálum, sum tey fáa gjørt fyri næsta ár.

_Konduktørurin hevur bríkslað og toki er á veg avstað. Spurningurin er um vit klára at sleppa við, sigur stjórin á Bakkafrost.