BÍÐISTØÐA Í AQUITAINE

Yrking eftir Hanus Kamban

Hanus Kamban
27. mai 2022 kl. 16:35

nú nærkast tann gandaða løtan

tá  drotning mín kemur heim

eg hoyri hestarnar renna

rárt nemur meg hugasveim

                                                           

eg hoyri nú ríkir grindin

nú spennir hon rossini frá

nú gongur hon yvir til portrið

nú lyftir hon porturslá

 

hon opnar ta úthurð eg hvøkki

tá eg hoyri tey løttu spor

mítt hjarta bankar eg havi

ei tanka ei gerning ei orð

 

hon fer inn í gangin eg hoyri

sína skikkju á akslatræ                

heingir hon hjarta mítt bivar

og skelvir sum bókarblað

 

mín kamarshurð knarrar hon trínur

inn løtt sum tann fimasta hind

eg nøtri tí Hennara Hátign

brátt vísir hon mær sína mynd

 

hon knappar upp blusuna rørslan

er umhugsin varlig sein

eg nøtri tí eldur flammar      

av hennara akslagrein    

 

hennar eygu hækka av høgtíð      

ein angi av roykilsi fer

um svøvnskemmu mína mín drotning

nú krúnu um høvur ber              

 

eg hugsi um Narnia Kypris

um vísdóms vegleysa veg

um Erewhon og um Ishtar

la magie de la sérénité

 

hennar hold tað er mjúkt sum silki

song mín er rein og sval

nú signar hon meg okkum fagnar

einglanna harpuspæl

Leys Størv