Bílæt hjá Andy Warhol tað dýrasta nakrantíð á uppisølu

Eyðkenda bílætið av Marilyn Monroe, sum Andy Warhole hevur málað, gjørdist í hesi vikuni dýrasta bílætið nakrantíð, tá tað varð selt á uppisølu fyri 1,4 milliardir krónur

"Orange Marilyn" er selt fyri 1,4 milliardir hesa vikuna
Sigurjón Einarsson
12. mai 2022 kl. 10:54

Ikoniska bílætið av sjónleikaranum og sexsymbolið Marilyn Monroe bleiv í hesi vikuni dýrasta listaverk frá 20. øld, ið nakrantíð er selt á uppisølu.

Sølan av bílætinum, har Marilyn Monroe er litað í turkis, gulum og ljósareyðum litum, bleiv selt fyri ikki minni enn 195 milliónir dollarar. Tað er 1,37 milliardir krónur í okkara peningi. Tað er dýrasta málarí, ið nakrantíð er selt frá 20. øld, sambært Ritzau.

Onnur málarí frá 20. Øld eru seld fyri hægri prís, men tað er gjøgnum privata sølu og ikki uppisølu.

Frammanundan var bílætið hjá Pablo Picasso “Kvinnur úr Algir”, ið er málað í 1955, dýrasta bílætið úr 20. øld, tá tað varð selt fyri 1,26 milliardir í 2015.

Hetta bílætið av Marilyn Monroe er eisini nógv tað dýrasta bílætið hjá listamanninum Andy Warhole. Í 2013 bleiv listaverkið hjá Warhole “Silver Car Crash” selt fyri 739 milliónir krónur.

Amerikanski Andy Warhold doyði í 1987. Hann gjørdist 58 ára gamal, og verður mangan nevndur sum høvuðsmaðurin aftanfyri pop art.

Hansara málaríir av Marilyn Monroe, fimm í tali, er millum hansara meira kendu listaverkum.

Marilyn Monroe var ein av kendastu sjónleikarinnunum í 1950-unum. Hon bleiv funnin deyð í heimi sínum í 1962. Hon gjørdist 36 ára gomul.