Bilførari rýmdi undan ferðsluóhappi - varð tikin fimm tímar seinni

Skaðin varð stórur og løgreglan hevur illgruna um, at rúsdrekka var uppi í

Áki Bertholdsen
7. apríl 2024 kl. 11:00

Mitt í nátt, klokkan 3.30, var eitt ferðsluóhapp á Ternuryggi í Havn. Tað var ein bilur, sum pløgdi seg ígjøgnum tveir garðar og ein urtagarð og rakti eini hús. Eyðvitað fingu bæði garðar og havi, skaða, men húsini fingi eisini skaða - og sjálvur bilurin fekk so stóran skaða, at hann fekk ikki koyrt av staðnum.

Men bilførarin hann var rýmdur tá ið løgreglan kom á staðið. Tey høvdu illgruna um, at rúsdrekka var uppi í og tí løgdu tey nógv fyri í royndini at finna bilføraran.

Og tað eydnaðist fyrr í morgun og síðani er blóðroynd tikin av honum. Er hann ávirkaður, nyttar tað honum ikki at siga, at hann hevur drukkið eftir óhappið, tí í hesum føri er seks tíma reglan galdandi.

Og tann reglan sigur, at bilførari, sum hevur verið uppi í einum óhappi, skal ikki drekka í seks tímar aftan á, tí hevur hann tað, verður tað tikið sum um at hann var ávirkaðir tá ið hann koyrdi.