Bill Justinussen: Vit fara at viðgera støðuna á fundi seinnapartin

Bill Justinussen, løgtingsmaður fyri Miðflokkin, sigur, at floksstjórnin fer á fund klokkan 14 seinnapartin at viðgera íkomnu støðuna

Sigurjón Einarsson
8. november 2022 kl. 12:21

Bárður á Steig Nielsen, løgmaður, loysti fyrrapartin Jenis av Rana úr starvi sum uttanríkis- og mentamálaráðharra, men sigur samstundis, at hann bíðar eftir einum útspæli frá Miðflokkinum um, hvat skal henda frameftir.

Bill Justinussen, løgtingsmaður fyri Miðflokkin, sigur, at flokkurin fer at viðgera íkomnu støðuna.

– Floksstjórnin fer á fund klokkan 14, har vit fara at umrøða íkomnu støðuna, og hvat víðari skal henda, sigur Bill Justinussen.

Løgmaður, Bárður á Steig Nielsen, sigur í viðmerking við Dimmalætting, at hann er opin fyri, at ein nýggjur landsstýrismaður verður funnin í Miðflokkinum.

– Um Miðflokkurin er sinnaður at fremja tey málini, sum liggja fyri framman hjá okkum, so er upplagt, at vit kunnu seta ein nýggjan landsstýrismann fyri Miðflokkurin. Men tíðin má vísa, hvat Miðflokkurin er sinnaður at gera, sigur Bárður á Steig Nielsen, løgmaður.

Bill Justinussen sigur, at tað er ein møguleiki fyri, at Miðflokkurin finnur ein annan mann í flokkinum til landsstýrissessin hjá Jenisi av Rana, men at allir møguleikar skulu viðgerast á fundinum seinnapartin.

– Ein annar møguleiki er, at Miðflokkurin fer úr samgonguni, og tað verður nýval. Og triði møguleikin er, at Miðflokkurin fer úr samgonguni, men at tað ikki verður nýval, greiðir Bill Justinussen frá.

Bill Justinussen heldur tó, at tað er ov tíðliga at siga, um Miðflokkurin velur at peika á ein annan miðflokkamann til landsstýrissessin sum uttanríkis- og mentamálaráðharra.

– Hetta er nakað, ið vit mugu taka upp á fundinum nú seinnapartin, sigur Bill Justinussen, ið sjálvur er formaður í Uttanlandsnevndini.