Billund Flogvøllur latin upp aftur eftir bumbuhóttan

Ein maður í 30’unum er varðhaldsfongslaður til 17 mai í sambandi við hendingina.

Rúni Korsgaard
21. apríl 2024 kl. 13:44

Tað var fyrrapartin í gjár, at floghavnin í Billund varð stongd og øll flogferðsla lamd vegna vanda fyri bumbuatsókn.

Í gjárkvøldi kl. 19 danska tíð varð øll vanlig ferðsla á flogvøllinum tikin upp aftur.

Eingin skaði var á floghavnini.

Maðurin í 30’unum, ið varð handtikin av løgregluni stutt eftir at illgruni varð staðfestur, var í dag fyri grundlógaryvirhoyring í rættinum í Horsens fyri stongdum dyr. Maðurin er varðhaldsfongslaður til 17 mai.

Hetta vita fleiri danskir miðlar at siga í dag.

Danska løgreglan hevur kunnað um, at hon fann ein lut á flogvøllinum í gjár, sum varð tikin burtur og síðani beindur fyri. Sambært handtikna manninum, skuldi luturin hava spreingievni í sær. Eftirfylgjandi evnafrøðiskanningarnar skulu staðfesta, hvørt hetta er satt.