Birgir Kruse: Sýningarvirðið av Føroyum er ikki til at taka feil av í nýggja James Bond-filminum

– Eg hevði kalkulerað við at síggja Kalsoynna í 20 sekund í nýggja James Bond-filminum, men Kalsoyggin sæst ofta og hevur ein avgerandi leiklut í filminum, sigur Birgir Kruse. Hann eftirlýsir tó eitt føroyskt framleiðslu- og staðarupptøkufelag, tí sum nú er, er tað eitt íslendskt felag, ið skúmar róman av at bjóða Føroyar fram

Sigurjón Einarsson
1. oktober 2021 kl. 15:43

– Nú er at smíða, meðan jarnið er heitt, sigur Birgir Kruse.

Filmsummælarin og bloggarin Birgir Kruse er bersøgin, tá Dimmalætting ringir til hansara fyri at frætta, hvussu ofta vit síggja Føroyar í nýggja James Bond-filminum. Hann er nøgdur við, hvat er komið burturúr hesum filminum - í mun til aðrar filmir og røðir, sum eru tiknir upp í Føroyum seinastu tíðina, men samstundis eftirlýsir hann eitt føroyskt framleiðslu- og staðarupptøkufelag, tí sum nú er, so er tað eitt íslendskt felag, ið skúmar róman av at bjóða Føroyar fram fyri útlendskum filmsframleiðarum.

– Sýningarvirðið av Føroyum er ikki til at taka feil av í nýggja James Bond-filminum, heldur Birgir.

Hann sigur seg vera ovfarin av, at almennu Føroyar hava eydnast so væl at draga eina filmistiska framleiðsluvøru aftur at sær sum James Bond-filmin “No Time To Die”.

Men tað ørkymlar Birgir Kruse, at nýggi og óslípaði gimsteinurin í Norðuratlantshavi, Føroyar - sum er í harðari lokatiónkapping við Írland og Strandanoreg - verður borðreiddur av íslendska True North, sum veitir tænastuna, og ikki einum framleiðslu- og lokatiónfelag, sum í størri mun er staðbundið, og hevur eina játtan ikki bara at liva av, men støðugt er við at menna møguleikar, sum draga framleiðslufeløg higar.

– Her er ein risa uppgáva hjá heimligu vinnumyndugleikunum, tí hetta setur nýggj krøv til Mentamálaráðið og stuðul til filmsframleiðslu, sum í síðsta enda kann geva stórt avkast til landið, heldur Birgir Kruse.

Sum nú er, ber bert til at søkja stuðul til filmsverkætlanir frá Mentamálaráðnum, har stuðulin fyri 2021 er 2,9 milliónir krónur. Í ár varð søkt um fýra milliónir til filmsverkætlanir av 30 umsøkjarum.  

Vónaði at síggja Føroyar í 20 sekund

Eftir at hava verið seinkað í hálvtannað ár, so hevði nýggi James Bond-filmurin endiliga frumframførslu hósnáttina klokkan 00.07.

Men av tí, at upptøkur til “No Time To Die” – tann 25. Bond-filmin í røðini – vórðu gjørdar á Kalsoynni í Føroyum, so var ein undanfrumframførsla fyri innbodnum seinnapartin mikudagin, har serliga nógvir kalsoyingar vóru við til fyrstu sýningina av filminum í Havnar Bio. Og tey virkaðu vælnøgd eftir filmin.

Eisini Birgir Kruse var nøgdur eftir filmin, tí hann var spentur at vita, hvussu ofta Føroyar vóru at síggja í filminum.

– Eg hevði kalkulerað við at síggja Kalsoynna í 20 sekund í filminum, men eg gjørdist ovfarin, tí eg misti talið, hvussu ofta vit sóu Føroyar. Kalsoyggin hevur ein avgerandi leiklut í filminum, sigur Birgir Kruse.

Tí heldur Birgir Kruse, at vit føroyingar eiga at smíða, meðan jarnið er heitt.

– Greitt er, at tess betur ein filmur við Føroyum sum skjaldramerki eydnast, jú fleiri ferðafólk dregur sami filmur og tann staðseting, sum ljós verður varpað á, aftur at sær, heldur filmsummælarin og bloggarin.