Bjargaðu tveimum útlendingum úr fjøllunum í nátt

Teir vóru so hugtiknir av landsslagnum, at teir gloymdu bæði tíð og stað

Áki Bertholdsen
4. mai 2024 kl. 09:18

Nakað eftir midnátt, klokkan 00.46, í nátt, ringdu tveir útlendingar til løgregluna, tí teir vóru vilstir í fjøllunum oman fyri Tjørnuvík.

Teir vóru úr fjareystri og teir vóru farnir ein túr í fjøllini úr Tjørnuvík fyrr um dagin, og høvdu gingið líka norður á Mýling. Men teir vóru so hugtiknir av føroyska landsslagnum, at teir gloymdu bæði tíð og stað.

So tað kom myrkur á teir á veg heimaftur, umframt at tað varð eitt sindur av mjørka eitt skifti. Og oman fyri Tjørnuvík funnu teir ikki oman av aftur. 

Tí ringdu teir til løgregluna og løgreglan sendi fjallaklintrarar eftir teimum. Løgreglan sigur, at tað var ongantíð vandi á ferð og tey høvdu telefonssamband við vilstu ferðamenninir alla tíðina.

Fjallaklintrararnir funnu mennininar og fingu teir oman aftur, og klokkan 04.54, ella fýra tímar seinni, vóru teir aftur í Tjørnuvík.

Teir vóru væl fyri, bara eitt sindur kaldir, tí teir vóru ikki ordiliga ílætnir til at vera so leingi í fjøllunum.