Bjarni Arnason nýggjur nevndarformaður í Føroya Tele

Føroya størsta samskiftissamtak hevur fingið nýggjan nevndarformann, eftir at Ómar Svavarsson legði frá sær í heyst

Sveinur Tróndarson
20. oktober 2020 kl. 16:02

Tað kom øgiliga óvart á, tá bæði stjórin og nevndarformaðurin í Føroya Tele fyrr í heyst kastaðu handklæði í ringin.

Tað hendi sama dag, og uttan at vita tað við vissu kunnu vit bara ímynda okkum, at orsøkin var tann sama hjá báðum. Forstjórin var í øllum førum greiður í sínum boðskapi, tá hann segði, at orsøkin til, at hann leggur frá sær, er, at landsstýrið hevur sett sær fyri at skilja netið frá restini av felagnum.

Avgerðin hjá Ómar Svavarsson at leggja frá sær hevði við sær, at nýggjur maður skuldi veljast í hansara stað, og tað hendi á eykaaðalfundinum, sum varð hildin í gjár, 20. oktober.

Tá gjørdist alment, at nýggi maðurin í nevndini hjá Føroya Tele, umboðandi landsstýrið, verður Bjarni Arnason, grannskoðari og stjóri í grannskoðarafyritøkuni Numo.

Eftir aðalfundin skipaði nevndin seg, og tá varð Bjarni Arnason valdur til nevndarformann.

Bjarni Arnason er 50 ára gamal og útbúgvin cand. merc. aud. frá CBS. Hann hevur arbeitt sum grannskoðari, millum annað hjá Rasmussen og Weihe, til hann fór fyri seg sjálvan og saman við øðrum stovnaði grannskoðarafyritøkuna Numo.

Umframt Bjarna Arnason sita eisini Johnni M. Poulsen, Annbritt Tummasdóttir Nielsen, Lena L. Mohr, Levi T. Nybo, Ólavur Simonsen og Finnbjørn Simonsen í nevndini hjá Føroya Tele. Johnni M. Poulsen verður næstformaður í nevndini.