Bjartalíð er skaddur

Føroyski landsliðsspælarin var ikki á listanum í steypadystinum í kvøld

Jóannes Hansen
10. apríl 2024 kl. 22:40

Fredrikstad vann í kvøld 10-0 í steypadysti á útivølli ímóti ímóti  Drøbak-Frogn úr fjórðbestu deildini. Fredrikstad var á odda 4-0 í steðginum, og Brandur H. Olsen, sum var millum teir fyrstu ellivu, skoraði við brotssparki málið til 3-0.

Frá føroyskum sjónarmiði var tað órógvandi at síggja, at Jóannes Bjartalíð var ikki á listanum hjá Frederikstad í kvøld. Hann er fyri stuttum komin fyri seg aftur, eftir at hann í vetur hevur verið skaddur.

Orsøkin, til at Jóannes Bjartalíð ikki var á listanum í kvøld, er, at hann er darvaður av vøddaskaða í øðrum tjúkkanum. Tað verður roknað við, at hann skjótt verður klárur aftur.

Klokkan 17 leygardagin eigur Fredrikstad heimavøll í landskappingardysti ímóti Sarpsborg 08. Tá verður tað heilt víst meiri brúk fyri Jóannesi Bjartalíð, enn tað var í kvøld. So fæst at síggja, um føroyski landsliðsspælarin verður tøkur leygardagin.