Bjóðaðu Helga nýggjan sáttmála - men tað varð ikki góðtikið

Rættleiðing til grein í gjárkvøldið um at Helgi Dam Ziska er givin á landsliðnum vegna ósemju

Ingi Wiberg, forseti, Talvsamband Føroya
14. september 2023 kl. 12:55

Talvsamband Føroya heldur ikki, at tað er rætt, at ósemjur um sáttmálar og innanhýsis samráðingar verða bornar út til almenningin, men tá hetta nú er gjørt, so kenni eg meg noyddan at koma við nøkrum rættleiðingum til teir skeivleikar, ið verða bornir fram.

Tað er ikki rætt at siga, at Talvsamband Føroya ikki er sinnað at leingja sáttmálan. TSF hevur bjóðað Helga ein nýggja sáttmála, ið ikki var góðtikin. Síðani var Helgi boðin á fund at viðgera uppskoti fyri at royna at finna eina semju. Hesum tók Helgi ikki av. Eftir hetta hevur TSF og Helgi samstarvað víðari kapping til kapping.

Tá sagt verður at treytirnar fyri at telva á landsliðnum er versnaðar er hetta heldur ikki rætt. Tað eru onnur viðurskifti í gamla sáttmálanum, ið TSF ikki ynskir at halda fram við. EM kappingar vóru ei heldur fevndar av gamla sáttmálanum.

Talvsamband Føroya kennir ikki til avtaluna millum Helga og Havnar Telvingarfelag, so hví hetta verður tikið fram í hesi greinini er óvist.

Formaðurin er ikki spurdur um at gera viðmerkingar til nakra grein, so hetta er heldur ikki heilt rætt.