Bjørn Eidsvåg í Løkshøll: Tónleikurin skal hava ein veruligan boðskap

Allur ivi varð kveistraður av vegnum, og vit fingu tað vit komu eftir –  væl afturat – FLOTT!

Fríðálvur A. Jensen
28. apríl 2024 kl. 08:35

Tá eg setti meg at lurta eftir samrøðuni við Bjørn, í sendingini Vikan, fekk eg veruliga aftur fatur í tí, eg minnist frá tí eg skrivaði afturi í 2001 – hetta at hann vil koma á tal við øll.

Hann hevur lisið teologi, men hann sigur, at tað fyri hann hevur sera stóran týdning at hava eina meining um øll lívsins viðskifti, so hann kallar seg meira enn protestsangara, sum gjarna vil vísa á sínar meiningar.

Kortini merki eg ein persón, sum hevur hjartað á røttum stað, tí hann hevur eisini drúgvar royndir innan sálarliga arbeiðið, so tað kann ikki sigast annað enn, at Bjørn Eidsvåg hevur stóra umsorgan fyri sínum medmenniskjum.

Millum nakrar av sangunum kom hann at nevna, at hann ikki var millum tey aftastu í bussinum, tá tað snýr seg um ognina av materiellum ágóðum, sum hann metti er rein av orsøkunum til globalu avbjóðingarnar.

Hann nevndi eisini tíðina, tá hann varð vaktur til tónleikinum og at skriva sangir, sum hann fekk íblástur til í bønhúsinum, har hann eisini bleiv raktur av hesum andaliga – at vit eiga at taka hetta til okkara og eisini geva tónleikinum og øðrum ein veruligan boðskap.

Tað var eisini rættiliga sermerkt, at hann í tí eina sanginum hevði ognað tekstin til tey, sum veruliga eru fallin uttanfyri, sum eg má siga var rættiliga nemandi.

Sjálvt um hann hevur eina fortíð innan kristnu karmarnar, merkti eg kortini ikki ein, sum vil prædika tað góða mótvegis tí ónda, men vildi hava okkum við á eina jaliga og gevandi uppliving.

Konsertin

Tað var við ikki sørt av spenningi, tá eg og abbasonurin settust í bilin, tí eg havi fyrr skriva um Bjørn og hansara tónleik, so tað var við eini kenslu av, at vit nú skuldu síggja ein artist, sum ikki bara er blivin væl eldri, men var hann so blivin ein annar?

Av tí at eg hevði lurtað eftir áður nevndu sending, var eg kortini ikki so nógv í iva, men hvussu fóru vit at uppliva Bjørn Eidsvåg á palli.

Tað var lagt upp til okkurt spennandi, tí byrjanin var eitt slag av soundi, tá so tónleikararnir komu inn á pallin.

So kom 70 ára gamli frontmaðurin inn, sum sjálvandi setti gongd í lógvabrestirnar – sjálvt um fótafetini tóktust eitt sindur tyngri.

Eg fekk mín iva væl og virðiliga beindan av vegnum, tá vit hoyrdu væl leikandi bólkin spæla í ymsu sjangrunum, tí eg kundi merkja hvussu væl hesir vóru samanspældir og tað riggaði bara.

Røddin hjá Bjørn er júst tann sama, so tá hann nevndi í sendingini, at hann hevur nógv eftir at bera okkum, so er tað ikki røddin, ið er nøkur forðing.

Tað var rættiliga sermekt og niðri á jørðini, at hann flutti seg til síðis, tá ymsu solo´irnar komu inn, sum eg føldi var ein sonn virðing fyri hvørjum øðrum.

Tað var eisini sera gott og kensluligt, tá Bjørn millum ymsu løgini legði ein søgu afturat, tí tað er so nógv í sjáttuni hjá hesum garvaða persóninum, sum hann vildi deila við okkum.

Hann dugdi eisini hetta við at seta ein ávísan humor inn, tí í stilla mátanum at vera til staðar, fekk hann okkum oftani at trekkja smílubandið.

Í ymsu frágreiðingunum og søgunum kundi eg merkja henda sterka og meiningsfulla persónin, sum eisini vildi vera nærverandi og hugsandi.

Tá so vit vóru komin at endanum, segði Bjørn, stutt og greitt, « vi takker for os..» og fóru allir av pallinum.

Eftir ta vanligu klappanina og tað ið skuldi til, komu teir so aftur, men við okkara Guðruni Sólju Jacobsen við sær.

Tey sungu so eitt sera frálíkt lag saman, sum eg má siga riggaði væl og gav eina góða kenslu av nærveru.

Allur ivi varð kveistraður av vegnum, og vit fingu tað vit komu eftir –  væl afturat – FLOTT!


Fríðálvur A. Jensen