Blaðungir dreingir stjólu bil

Teir høvdu ikki aldur at koyra bil

Áki Bertholdsen
21. november 2023 kl. 07:57

Um náttúrðatíð í gjárkvøldið varð ringt til løgregluna at boða frá, at eað in bilur var stolin.

Løgreglan sigur, at hetta var norðan fyri. Løgreglan sigur kortini, at tað var ikki so leingi, so varð bilurin afturfunnin í sama standi sum tá ið hann var stolin.

Tey siga, at talan var um, at tveir blaðungir dreingir høvdu stolið bilin og vóru farin ein túr við honum. Teir vóru so ungir, at teir høvdu ikki aldur at koyra bil og eyðvitað høvdu teir so heldur ikki koyrikort.

Spurningurin er so, hvussu teir fingu fatur á lyklunum. Løgreglan sigur, at helst lógu teir í bilinum.

Tað er ólógligt at lata lykili liggja í bilinum, tí bileigarar hava skyldu til at tryggja bilin, so at eingin kann fara avstað við honum, uttan hansara vitan.

Løgreglan sigur, at sostatt fær eigarin eina bót og hon er upp á 1.000 krónur.