Blinken: Vitjan hjá Xi gevur russum bakverju til brotsverk

USA fegnast um kinesisk friðarynski, men tað krevur at russar trekkja seg úr Ukraina um kríggið skal enda, sigur amerikanski uttanríkisráðharrin

Ragnar Sjúrðarson
20. mars 2023 kl. 19:01

Í dag kom kinesiski forsetin, Xi Jinping, til Moskva har hann fram til mikudagin vitjar Vladimir Putin.

Við í hondini hevur Xi eina ætlan við 12 punktum, sum skulu tryggja frið í Ukraina, og hana skulu teir báðir leiðararnir kjakast um undir vitjanini.

Frá amerikanskari síðu fegnast mann um kinesiska friðarynski, og sambært uttanríkismálaráðharranum, Anthony Blinken, eru tað partar av teimum 12 punktunum, um m.a kjarnorkutrygd og verju av sivilum, í kinesiska uppskotinum, sum USA stuðlar.

Men á avgerandi økjum er tann kinesiska friðarætlanin ikki haldfør, ljóðar tað frá Blinken.

-    Grundleggjandi fyri eina og hvørja ætlan um at enda kríggið í Ukraina og tryggja frið, er at Ukrainska fullveldið og landøkið skal varðveitast í samsvari við ST sáttmálan, sigur Antony Blinken.

-    Ein og hvør ætlan, sum ikki inniber hendan týdningarmikla partin, er í besta føri ein seinkingartaktikkur ella bert ein roynd at fáa eitt órættvíst úrslit. Tað kemur ikki undir konstruktivar samráðingar.

Tað er serliga prátið um vápnahvíld, sum er ein broddur í amerikanskum eygum. Ræðslan er, at tað fer at fastfrysta kríggið í núverandi støðu, har Russland hevur hertikið stór økir av Ukraina og ólóliga tikið fleiri landslutir.

Ein vápnahvíld uttan russiska afturtøku fer, sambært Blinken, at vera ein góðtakan av Russisku breiðkanini.

-    Tað fer at viðurkenna russisku royndina at hertaka eitt grannaland við makt. Tað fer at fremja russiska virksemið í Ukraina. Ein vápnahvíld nú, uttan haldføran frið, fer at loyva Putin, at geva sínum hermonnum ein steðg og nýggja útgerð og so aftur at byrja kríggið í eini betri stund fyri Russland, sigur Anthony Blinken.

-    At Xi forseti ferðast til Moskva nakrar fáar dagar eftir, at alheims revsidómstólurin hevur givið handtøkuboð móti Putin, leggur upp til, at Kina ikki heldur at Kreml skal lastast nakra ábyrgd fyri teir ræðuleikar, sum eru framdir í Ukraina. Í staðin fyri at fordøma teimum, vil Kina heldur geva Russlandi diplomatiska bakverju til at halda fram við at fremja brotsverk.

Anthony Blinken leggur afturat, at um Kina veruliga ynskir frið í Ukraina, so skuldi Xi heldur farið til Zelenskyj í Ukraina og brúkt sína ávirkan til at mæla russum til at trekkja seg aftur.