Boðaðu frá eldi norðan fyri - tvær ferðir

Eldur var í einum bili og í einum húsum

Áki Bertholdsen
23. mars 2024 kl. 09:59

Í gjár varð ringt til løgregluna tvær ferðir at boða frá at eldur var í. Báðu ferðina var tað norðan fyri, men skaðin var ikki so stórur.

Fyrru ferð varð ringt at boða frá, at eldur var í einum gomlum bili, sum stóð á Viðareiði. Talan var um ein lítlan lastbil og hann kolaðist upp. Nú verður so kannað, hví eldur kom í hann, men tey halda, at kanska var talan um skammlop í el-skipanini í bilinum.

Meiri álvarsligt var tað, at beint eftir midnátt varnaðist ein maður, at kjallarin var fullur í royki. Hann var inni sjálvur fjórði, men tá ið hann varnaðist eldin, fekk hann konu og børn á dyr. 

Sløkkiliðið kom á staðið og tað tók ikki so langa tí, so varð eldurin sløktur. Eisini tað málið verður kannað.