Borgarafundur um Tjørnuvíkartunnil

Landsverk bjóðar við borgarum í Tjørnuvík til kunnandi fund viðvíkjandi fyrireikingunum at gera ein tunnil til bygdina

Tíðindaskriv - Landsverk
5. mars 2024 kl. 09:00

Landsverk bjóðar við hesum borgarum í Tjørnuvík til ein kunnandi fund viðvíkjandi fyrireikingunum at gera ein tunnil til bygdina.

Fundurin verður mikukvøldið 6. mars kl. 18:00 í bygdarhúsinum í Tjørnuvík.

Umboð fyri Landsverk kunna um verkætlanina. Dennis Holm, landsstýrismaður í fiskivinnu- og samferðslumálum og Jógvan Kruse, borgarstjóri í Sunda kommunu luttaka eisini á fundinum. Høvi verður at spyrja um verkætlanina.

Kaffi, te og okkurt søtt verður at fáa. 

Øll eru vælkomin.