Boris Johnson er aftur í London

Stórabretland skal aftur hava nýggjan forsætisráðharra, og fyrrverandi forsætisráðharrin, Boris Johnson sigst at gera eitt “comeback”. Tað skrivar BCC leygardagin.

Helgi Hildarson Hoydal
22. oktober 2022 kl. 14:53

Síðan Liz Truss legði frá sær hósdagin, eru nógvar gitingar um hvussu politiska kreppan í Onglandi verður loyst. Hon sat sum forsætisráðharri í 45 dagar, og gjørdist harvið tann forsætisráðharrin sum hevur sitið stytst í sessinum. Tað merkir at tað verður ein nýggjur forsætisráðharri í Stórabretlandi fyri fjórðu ferð, seinastu sjey árini.

Aftur úr Karriba

Tað eru ikki meira enn seks og ein hálv vika síðan at Boris Johnson fór frá sum forsætisráðharri í Stórabretlandi. Hann hevur seinastu tíðina verið á feriu í Karibia, men kom aftur til Ongland leygardagin.

Leysasøgur ganga um hansara heimferð, eftir Johnson lendi á Gatwick flogvøllinum fyrrapartin. Fleiri siga at hann fer at bjóða seg fram sum valevni til at leiða konservativa flokkin, The Tory Party, og harvið royna eftir sessinum sum forsætisráðharri aftur.

– “Hasta la vista, baby”

Á føroyskum merkir tað, “vit síggjast”. Soleiðis segði Boris Johnson tá hann fór úr sessinum í summar. Hóast tað er stutt tíð liðin síðan hann fór úr sessinum, kann tað vera at hann fer eftir sessinum. Tað skrivar BBC.

Fyri at stilla upp til valið sum leiðari í konservativa flokkinum skulu valevnini hava 100 stuðlar millum teir valdu limirnar í Undirhúsinum.

Higartil hava umleið helvtin av konservativu tinglimunum sagt at tey stuðla einum ávísum valevni. Rishi Sunak, sum hevur verið partur av fleiri samgongum hjá konservativa flokkinum, er favorittur at vinna sessin sum leiðari í flokkinum. 102 av limunum í Undirhúsinum peika, í løtuni, á hann sum nýggja leiðaran, tað skrivar BBC.

Johnson framvegis stuðlar

Hóast tær nógvu gølurnar sum gjørdu at Boris Johnson segði sessin sum forsætisráðharri frá sær, eru tað nógv sum vilja at hann aftur fer at leiða konservativa flokkin. 46 av konservativu limunum í Undirhúsinum peika á hann, sambært BBC.

Sunak er favorittur

Veddingarfyritøkurnar siga at Rishi Sunak er favorittur at vinna leiðarasessin í konservativa flokkinum, meðan Boris Johnson er næstur honum.

Sannlíkindini fyri at tað verður Sunak eru umleið 60 prosent, meðan tað er 35 prosent sannlíkt at tað verður Boris Johnson, sambært BBC. Tað vil siga at tað er meira sannlíkt at Sunak vinnur sessin, enn at hann ikki vinnur hann.

Mynd: BBC.co.uk

Avgjørt mánadagin

Um bert ein av valevnunum hjá teimum konservativu, fær undirtøku frá 100, ella fleiri, av limunum í bretska tinginum, verður tað viðkomandi sum fær sessin sum forsætisráðharri. Um fleiri enn ein fáa 100 atkvøður verður tað møguliga bíðað til fríggjadagin áðrenn nýggi forsætisráðharrin er funnin.

Hinir flokkarnir í tinginum vilja hava nýval, tí at tey meta ikki at ein nýggjur forsætisráðharri fyri konservativa flokkin fer at loysa trupulleikarnar í landinum.