Boris Johnson nýggjur forsætisráðharri í Ukraina?

Ukrainar vilja hava Boris “Johnsonchuk” sum forsætisráðharra í Ukraina

(Mynd: EPA-EFE)
Sigurjón Einarsson
1. august 2022 kl. 13:15

Er tað 1. apríl í dag, er tað kanska onkur, ið hugsar, men so er ikki. Ukrainar vilja hava Boris “Johnsonchuk”, sum nógvir ukrainar nevna hann, sum nýggjan forsætisráðharra í landinum. Nógv eftirnøvn í Ukraina enda við “chuk”.

Fleiri túsund ukrainar savna í hesum døgum undirskriftir, soleiðis at nú skjótt fyrrverandi bretski forsætisráðharrin, Boris Johnson, skal fáa ukrainskan ríkisborgararætt, so hann kann gerast nýggjur forsætisráðharri í Ukraina.

Tað skrivar Al Jazeera.

Boris Johnson er sera væl umtóktur í Ukraina vegna sín stuðul til Ukraina og ukrainska fólkið í samband við russisku innrásina í Ukraina. Hansara andlit prýðir millum annað húsaveggir í ukrainska høvuðsstaðnum, Kiev, og enntá kakur verða bakaðar við mynd av honum á.

Megnar hendan undirskriftainnsavnanin, ið er rættað til ukrainska forsetan, Volodymyr Zelensyj, at savna 25.000 undirskriftir, so skal ukrainski forsetin alment reagera upp á undirskriftainnsavnanina.