Børnini í Vági fingu eina stórfingna gávu frá íslendskum hjúnum

Hetta er ikki fyrsta gávan, vágbingar fáa frá íslendsku hjúnunum

Íslendsku hjúnini við skúlastjóranum vinstrumegin
Áki Bertholdsen
25. apríl 2024 kl. 14:10

Vágs Skúli hevur fingið eina stóra peningagávu frá einum íslendskum hjúnum. Vágs Kommuna skriva, at peningurin skal brúkast til at gera ein sparkivøll á skúlalaðnum í Vági og sostatt fer hon at koma børnunum til góðar.

Tað eru hjúnini, Johanna Hjelm, og maðurin, Gylfi Scheving,  sum hava latið Vágs gávuna. 

Vágs Kommuna skrivar, at vinalagið ímillum íslendsku familjuna og Vágs Skúla, stavar í roynd og veru frá einari lagnuhending fyri yvir 100 árum síðani.

– Jóhanna er dóttur Sivar Hjelm, sum var føddur í Vági 21. desembur í 1915. Sivar flutti til Íslands sum 12 ára gamal saman við mammu síni og fleiri systkum. 

Pápi Sivar, Jógvan Hjelm, gekk burtur á útróðri av Vágseiði saman við brøðrum sínum, Martini og Jaspuri Hjelm og tveimum synum hjá Jaspur, Anton og Esbern. Sofus Berg úr Hvalba var eisini við. 

Eftir at tey fluttu til Íslands, longdist Sivari altíð aftur til Vágs, og hann flutti eisini til Vágs í nøkur ár, eftir at hann var fermdur.

Í hesum døgum er 50 ár síðani, Sivar andaðist. Dótturin og nú vil Johanna minnast pápa sín við at lata Vágs Skúla hesa gávuna.

Vágs Skúli er sera takksamur fyri gávuna og ætlar at brúka gávuna til ein FIFA fótbóltsvøll. Fótbóltsvøllurin kemur at liggja partvís á núverandi skúlalagnum. Vøllurin verður kallaður »Sivarsvøllur«, sigur Vágs Kommuna.

Gávan bleiv handað á móttøku í Vágs Skúla, har John Henrik Holm, skúlastjóri og Magnus Pauli West, trivnaðarleiðari í Vágs kommunu, bjóðaðu vælkomin og takkaðu fyri gávuna.

Vágs Skúli møtti íslensku familjuna fyrstu ferð á sumri 2017, tá dóttur Jóhannu, Margrét G. Scheving og maðurin Ásbjørn Óttarsson lótu skúlanum ein 3D-prentrari og ein 3D-skannari. Seinni í januar 2018 lat íslendska parið Vágs Skúla tøkniliga útgerð og tilfar, soleiðis at FabLab'ið fór í gongd.

Fab Lab er ein verkstova við tøkni og tólum til at gera nærum, hvat sum helst. Fab Lab smiðjan gevur ungum sum eldri, einstaklingum eins og fyritøkum møguleikan at menna skapanarevnini og fullføra hugskot við at sniðgeva, seta saman og framleiða við hjálp av talgildari tøkni.

FabLab kemur av ensku orðunum Fabrication Laboratory ella framleiðsluverkstova.

Hesar gávur eru grundarlagið undir, at Vágs Skúli í 2019 fekk viðurkenning, sum góðkent FabLab.

Vágs Skúli er enn einasti fólkaskúlin í landinum við einum FabLab, sigur Vágs Kommuna.