Boxing Day í Stórabretlandi

Fyri tey, ið elska fótbólt, er Boxing Day nakað heilt serligt, tí tað er eins og við mati á jólum – mestsum alt ov mikið. Men hvar stavar Boxing Day í roynd og veru frá?

Sigurjón Einarsson
26. desember 2020 kl. 12:30

Annan jóladag hendir ikki tað stóra. Hetta er dagurin, tá mann møtist við familju og vinum at eta restir ella onkran føroyskan mat. Í Føroyum hevur verið siðvenja at dansa føroyskan dans annað jólakvøld. Fyrr var eisini vanligt at fara til summar ávísar bygdir at dansa annað jólakvøld. Hesar bygdir vóru kallaðar jólabygdir.

Men spyrt tú bretar, so merkir annað jólakvøld – Boxing Day – nakað heilt serligt fyri tey. Men lat tað vera sagt beinavegin, at Boxing Day einki hevur við boksing at gera.

Boxing Day í Stórabretlandi er dagurin, har fleiri ymiskar siðvenjur eru á skrá. Fyriuttan at hittast við familju og vinum, so er hetta dagurin, tá fleiri ítróttar og mentanartiltøk eru á skránni.

Kappríðing er nakað heilt serligt á Boxing Day, og tað verður skipað fyri eitt ótal av kappríðingarkappingum í Stórabretlandi hendan dagin.  

Eisini verður skipað fyri fleiri øðrvísi ítróttar- og mentanarvirksemi sum eitt nú svimjikappingar í Ermasundi, løgnar rennukappingar og vælgerðararbeiði av ymiskum slag.

Nýggjasta skotið á stammuni er, kanska ikki í ár, at januarútsølan er flutt fram til Boxing Day, so dagurin er eisini blivin ein sjoppingtúrur burturav.

Og síðst, men ikki minst, so er Boxing Day sammerktur við fótbólt – nógvan fótbólt. Hetta er dagurin, tá mestum fult umfar er í teimum ovastu deildunum í bæði Onglandi og Skotlandi. Boxing Day er byrjanin til hørðu skránna, har liðini spæla nógvar dystir innan stutta tíð, og tað er sum oftast her, tá ið seyðurin verður skildur frá bukkunum.

Hvar stavar Boxing Day frá?

Upprunaliga hevur dagurin nakað heilt annað at siga, enn hvat hann hevur í dag. Men spyrt tú søgufrøðingar, hvar Boxing Day stavar frá, so eru nakrar trúligar frágreiðingar til dagin:

·       Boxing Day sipar til jólagávur: “A Christmas Box” í Stórabretlandi er navnið á einari jólagávu. Boxing Day var ein siðbundin ein frídagur fyri tænastufólk, tá tey fingu ein “Christmas Box” frá sínum arbeiðsgevara. Soleiðis fóru tænastufólkini á hesum degnum heim og góvu “Christmas Boxes” til sína familju.

·       Boxing Day sipar til vælgerandi endamál: Kirkjur hava vanliga eina bússu. Á Boxing Day deildi kirkjan út av kirkjubússuni til tey, ið høvdu brúk fyri hesum. Hetta hevur eisini samband til fótbóltin. Tað hevur altíð verið dýrt at fara til dystir – og er tað enn – men tað merkti, at tey, ið ikki áttu so nógv til dagin á henda hátt høvdu møguleika at fara dyst.

·       Boxing Day sipar til eina siðvenju hjá sjófólki: Tey stóru seglskipini høvdu altíð eina innsiglaða “Box” við pengum, tí mann helt, at hetta gav góða eydnu til sjós. Var túrurin góður, so varð boksin givin til ein prest, ið síðani deildi pengarnar út til tey fátæku á Boxing Day.

Hvussu er og ikki, so kunnu vit onnur fegnast um, at vit hava møguleika at liggja bakk annan jóladag, meðan fótbóltur er á skíggjanum.

Í gomlum døgum var tað altíð soleiðis, at nógvar grannauppgerðir vórðu spældar á hesum siðbundna degnum – mest fyri at fólk sluppu undan at ferðast langt vegna vánaligt veður og ov nógva ferðslu, men soleiðis er ikki longur.

Drúgva fótbóltsskráin sær soleiðis út:

12.30 Leicester-Manchester United

15.00 Aston Villa-Crystal Palace

15.00 Fulham-Southampton

15.00 Cardiff-Brentford

17.30 Arsenal-Chelsea

20.00 Sheffield United-Everton

20.00 Manchester City-Newcastle

Fakta Boxing Day:

·       Boxing Day er ein heiligdagur, ið verður hildin í Stórabretlandi og í Commonwealth-londunum. Heiligdagurin er tann 26. desember – dagin eftir, at jólini verða hildin.

·       Boxing Day er dagurin, ið er blivin sammerktur við fótbólt.

·       Fyrsti fótbóltsdysturin, ið varð spældur á Boxing Day var í 1888, tá Preston North End møtti Derby County. Dysturin endaði við 5-0 sigri til Preston.