Brandur takkar fyri seg í Helsingborg

Sáttmálin hjá Brandi í Helsingborg er gingin út, og skálavíkingurin takkar fyri seg í felagnum

Sigurjón Einarsson
16. januar 2023 kl. 13:42

– Takk fyri alt, Helsingborg. Hetta var ein serlig tíð við upp- og niðurflyting. Eg ynski øllum í felagnum alt tað besta í framtíðini, skrivar Brandur Hendriksson Olsen á sínum Facebook-vanga.

Brandur skrivaði undir trý-ára sáttmála fyri trimum árum síðan, og nú er greitt, at hann ikki heldur fram í Helsingborg.

27-ára gamli Brandur er nú uttan sáttmála, men er settur í samband við føroyingafelagið í Norra, Frederikstad.

Norskir miðlar skriva, at Brandur Hendriksson Olsen hevur verið Frederikstad, har hann hevur kannað umstøðurnar, og har hann væntandi eisini fer at undirskriva sáttmála við.

Brandur sleyt krossbandið í fjør, og sambært føroyska landsliðvenjaranum, Håkan Ericson, so verður Brandur nokk ikki tøkur fyrr enn í mai-juni mánað í ár.